Landsliðsspælari er á veg í B36

B36 formaðurin hevur onga viðmerking, men tað skilst á øllum brøgdum, at talan verður um sáttmála

Tað er rættiliga nógv, sum bendir á, at B36 verður styrkt við einum landsliðsspælara, sum hetta kappingarárið fer at umboða árstalsfelagið.

Talan er um Sonny Ragnar Nattestad, ið hevur spælt 25 landsdystir, og sum var fastur maður í miðverjuni á landsliðnum fram til ársenda í 2018. Í fjør var hann ongantíð á landsliðnum. Tað komst av, at hann ikki spældi nakað serligt og tískil ikki var í dystarvenjing.

Í vetur hevur Sonny Ragnar vant við B36. Hann hevur verið við í fleiri venjingardystum, og aftur í kvøld, tá ið B36 og KÍ spældu í Gundadali, var Sonny Ragnar í B36 miðverjuni.

Jákup Mørk, formaður í B36, ynskir ikki at gera viðmerkingar, tá ið vit fegnast, um talan verður um sáttmála. Vælvitandi keldur siga, at tað ikki sær út til, at tað fer at eydnast hjá Sonny Ragnar Nattestad í hesum umfari at finna útlendskt felag.

Tí verður hann í fyrsta umfari í B36. Árstalsfelagið hevur ikki leitað eftir nýggjum miðverja, men tá ið landsliðsspælari nú er komin upp í føvningin á teimum í B36, so taka teir av, og so fer sáttmáli at verða undirskrivaður millum B36 og Sonny Ragnar Nattestad.

Í fjør umboðaði Sonny Ragnar Fredericia í næstbestu donsku deildini. Hann spældi 8 dystir.