11 ár síðani ÍF tapti á Svangaskarði

Tað eru fimm ár síðani, at fuglfirðingar spældu landskappingardyst á Svangaskarði

Tað hava verið nógvar oyggjauppgerðir millum B68 og ÍF, men nú er tað langt síðani, at fuglfirðingar og toftamenn dystaðust í fremstu røð.

Í kvøld bresta B68 og ÍF saman. Hesi bæði feløgini hava ikki verið saman í bestu deildini í fimm ár. Í 2016 var ÍF tvær ferðir á Svangaskarði, og báðu ferðirnar fóru fuglfirðingar inn aftur við fullari úrtøku. Fyrra dystin vunnu teir 2-1, og tann seinna vunnu teir 2-0.

Tað eru 11 ár síðani, at B68 vann á heimavølli ímóti ÍF. Tað var í 2010. Tá vann B68 1-0. Málskjútti í fyrra hálvleiki var André Olsen, sum nú er hjálparvenjari í NSÍ. Einasti maður, sum var við ta ferðina, og sum verður við í kvøld, er Øssur Hansen. Fyri 11 árum síðani var hann millum spælararnar. Nú er hann venjari hjá B68.

B68 bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum eftir uppflytingina. Tey bæði stigini eru vunnin í javnleikum ímóti B36 og TB.

ÍF hevur sjey stig eftir sigrar ímóti TB og 07 Vestur.

Sunnudagin, tá ið B68 á heimavølli tapti 2-1 ímóti NSÍ, noyddist B68 málverjin Joakim Jurs av vøllinum, tá ið ein tími var farin. Erlend Jacobsen avloysti millum stólparnar.