Prestur og ákæri á sletu

Nólsoyingar duga at hugna sær saman, og teir duga eisini at standa saman.

Nólsoyingar duga at hugna sær saman, og teir duga eisini at standa saman. Hetta kemur til sjóndar, tá ymisk tiltøk eru í bygdini - antin tað er til gamans ella álvara.

 

Nú tað hevur verið kalt í nakrar dagar, og nakað av kava hevur ligið og framvegis liggur, hava nólsoyingar eisini verið úti á skreitt á sletu saman, bæði børn og vaksin.

 

Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - liggja fleiri myndir av vaksnum og børnum, sum hugna sær á sletu, og sum vanligt er, tá nólsoyingar finna upp á okkurt slíkt, eru fleiri við.

 

Í slíkum føri er tað líkamikið, um tú ert prestur ella ákæri, sum á viðheftu myndum, har vit síggja Anne Mette Greve Klemensen, prest og mannin, Leif Hansen.

 

Á innsettu myndini er tað nýggi ákærin í Føroyum, Katrin Thorsvig Hansen, sum eisini roynir seg á sletu í Nólsoy hetta kvøldið.

 

Katrin Thorsvig Hansen fór til Danmarkar at lesa løgfrøði í 2002, og eftir lesnaðin fekk hon starv, fyrst í einum aðalráði í eina tíð, áðrenn hon fór yvir í danska løgmálaráðið, har hon hevur starvast seinastu árini.

 

In.fo kann leggja aftrat, at maður Anne Mette Greve Klemensen, Leif Hansen og Katrin Thorsvig Hansen, eru systkin. Foreldrini eru Una og Sune Hansen í Nólsoy.