í B. E tóktist eina løtu at hava møguleika at ogna sær tveir sessir í oynni. Her varð hugsað um at fáa kapping millum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen við tí í hyggju, at báðir skuldu koma inn. Men [...] baksláttur, at vónirnar/dreymurin um at tvífalda tingmannatalið í bæði Norðoyggjum og í Eysturoynni verður av ongum. So hóast E eydnast at fáa framgongd í atkvøðum kann úrslitið verða, at flokkurin stendur [...] spenningurin er um D fer at fáa mann valdan. Innanhýsis stríðið setur djúp sár, men tað hevur tó eydnast D at fáa sín fyrrv. formann og landssstýrismann Lassa Klein at stilla upp. Um tað fer at gera munin kann
rokna við, at vit fara at røkka á mál í kvøld, segði Jóannes Hansen í gjár, og hann helt fram: ? Tá vit røkka so nógvum svarum, so halda vit, at tað við ikki serliga stórari óvissu fer at bera til at siga, [...] er tað, sum teir kalla at viga tølini. Øðrvísi kanning Tá vit í yvirskriftini siga, at vit manna tingið í morgin, so skal tað sjálvandi skiljast soleiðis, at vit í morgin fara at siga, hvussu tingmannabýtið [...] Hann sigur, at tað verður roknað við, at kanningin fer at geva eitt meiri nágreiniligt boð uppá, hvussu tingmannabýtið hevði verið, enn kanningarnar áður hava gjørt: ? Vit hava lagt okkum eftir at røkka umleið
lítil ivi um, at tað fer at halda fram. Nú heita telefonlinjan hjá Føroya Arbeiðarafelag fer í summarfrí kann ikki sigast annað, enn at hon hevur fingið seragóða undirtøku. Tað var í vár, at Føroya Arbe [...] borið til hjá limum okkara at ringt inn við spurningum til hansara, sigur IngeborgVinhter. ? Tað verður alsamt meiri og meiri umsitingarligt at hava við fakfelagsviðurskifti at gera og tað vant meiri og [...] heilt nógvum førum var tað neyðugt hjá okkum at venda spurningunum til sakførara okkara. ?Tí kom hugskotið um at skipa eina tænastu, har sakførarin var at hitta fastar tíðir, tá ið hann skuldi vera til
ikki í dag og tungt er at fáa alt at mala runt. Tíðin við ókeypis arbeiðsmegi er eisini við at vera farin, sigur Magni Eidesgaard, Og tað er tungt at fáa peningaviðurskiftini at flóta omanfyri vatnskorpuna [...] hevur tikið stig til at fara henda túrin til Kirkwall. Tungt tak Magni Eidesgaard, formaður í Felagnum Johanna TG 326 sigur, at tað er eingin loyna, at tað er meira enn trupult at reka slíkt far og slíkt [...] er sera hørð. - Gott var, at hon varð verðandi her í Vági, tí førleikin er her at gera slíkt arbeiði, sum krevst. Og hugsast skal so eisini um, at her er gyltur møguleiki at halda ymsar førleikar viðlíka
í Skálan, har tey fingu at eta. Og síðani fóru tey avstað aftur klokkan sjey. Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag, sigur, at tey lótu væl at vitjanini, og tey søgdu, at tey høvdu fingið eina positiva [...] varð hildið, at tað var so upplagt at kalla ta føroysku dansistevnuna fyri Havleik. Dansistevnan gongur fyri seg í Havn, men hósdagurin varð so nýttur til at fara í onkrar av hinum oyggjunum at vitja. Og [...] og leggur at enda aftur at, at Klaksvíkar Dansifelag eitt kvøldið í hesi vikuni dansaði fyri portugisiskum gestum hjá Kósini, sum vóru til døgurða í Skálanum. - Tey vildu so fegin sleppa at síggja tann
umhvørvinum, at vit liva upp til okkara vørumerki, sum sigur at vit ikki dálkað, tað gongur sjón fyri søgn at firðir og havnir eru so illa dálkaðar, at tað mest er álíkna køstum. Nú er tað soleiðis at vit aftur [...] vit mugu til at venja okkum við, at altjóða góðkenning kemur at hava nógv størri ávirkan á okkara fiskivinnu í framtíðini, enn hon hevur í dag. Tað sum lívið hevur lært meg higartil er, at um tú sjálvur [...] sum fiskivinnutjóð eiga at brúka okkara góða navn og umdømi til at selja og marknaðarføra okkara fiskavørir úti um heim. Vit hava brúkt okkara reina hav og okkara reinu firðir til at selja okkara fiskavørur
við, at hvørja ferð onkur setir spurning við mannagongdir ella avgerðir hjá miðfyrisitingini, so sleppur miðfyrisitingin at kann seg sjálva. Ikki heilt óvæntað, so plagar miðfyrisitingin ikki at finna [...] lønardeildini kom so við tí heilt ótrúliga úttalilsinum, at tað kundi verða, at niðurstøðan hjá umboðsmanninum bleiv fylgd, og tað kundi eisini verða, at hon ikki bleiv fylgd. Tað undirgrevur virðið á umbo [...] løgtingsins umboðsmann, og var hetta eitt kærkomið høvi at fáa onkran uttanfyristandandi at fara til um almennar avgerðir. Serliga havandi í huga, at miðfyrisitingin hevur verið upphavið til fleiri ivasom
dátt við, at Randi kom á gátt 30/12?2001 at bera okkum boðini, at Heðin var deyður. Vit arbeiddu saman hvønn dag, men hann nevndi ongantíð nakað um, at heilsan kanska var farin at bila. Eg kom at kenna Heðin [...] gleddust um at samstarva í feløgum í framburði. Tann tíðin er nú farin og livir bert í minnunum á gomlum monnum. Tað var gott at kenna teg. Tað var svárt at missa teg. Skula nøkur troystarorð vera at siga, so [...] sjetiárunum kom Heðin at taka sær av bókhaldinum hjá Bacalao. Tá skrivstovan hjá Kimbil varð løgd saman við Bacalao kom Heðin aftur at taka sær av skipunum og tað er eingin loyna, at best dámdi honum arbeiðip
forkvinna í felagnum á, at tað fer at fáa óbótaligan skaða fyri sjúklingin, starvsfólkið og samfelagið, um tað ikki eyndast at finna semju um arbeiðsviðurskiftini á B 6. Hon heldur eisini, at nú er stundin komin [...] á Landssjúkrahúsinum og Landsstýrið um rest. Á B 6 á Landssjúkrahúsinum eru tey farin at ásanna, at allar royndir at finna semju við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, eru slitnaðar. Ikki færri enn 18 av teimum [...] Leiðslan endurtók, at fleiri fólk verða ikki sett á B 6 og so er onki at gera. Sambært útvarpinum mikukvøldið hevði leiðslan á Landssjúkrahúsinum fingið ta fatan, at sjúkrasystrarnar nú vóru meiri vælviljaðar
hjá bæði vinnulívi og limum í fakfeløgunum. Tað er tó at fegnast um, at hjólini nú aftur eru farin at mæla. At arbeiðsgevararnir nú eisini fara at geva hinum arbeiðarafeløgunum, sum gjørdu sáttmála herfyri [...] hevur hann! At so lønarhækkingin ikki gjørdist tann, sum arbeiðarafeløgini høvdu sett sær sum mál er so eitt úrslit av, at arbeiðsgevararnir máttu geva seg í starvstíðarmálinum. Tað er greitt, at verkfallið [...] er so eitt tekin um, at stríðið hjá FA og HAK hevur gagnað allari arbeiðarafjøldini í landinum. Hetta seinasta er kanska tað, sum eigur at fáa umboðini fyri ymsu fakfeløgini at sessast saman og fáa lagt