Landssjúkrahúsið
? Nú fara vit í jólafríð. So má leiðslan á Landssjúkrahúsinum og Landsstýrið um rest.
Á B 6 á Landssjúkrahúsinum eru tey farin at ásanna, at allar royndir at finna semju við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, eru slitnaðar.
Ikki færri enn 18 av teimum 23 sjúkrasystrunum, sum arbeiða á B 6 á Landssjúkrahúsinum hava sagt upp og fara úr starvi 31. desember.
Nakrar royndir eru gjørdar at finna semju ímillum partarnar, so at uppsagnirnar verða tiknar aftur, men alt hevur verið til fánýtis.
Sjúkrasystrarnar á B 6 á Landssjúkrahúsinum standa við sítt: Tær vilja hava fleiri fólk. Samstundis stendur leiðslan á Landssjúkurahúsinum eisini við sítt: Tað verða ikki fleiri fólk sett a B 6.
Ingun Gaardbo, álitisfólk hjá sjúkrasystrunum á B 6, sigur, at sostatt standa uppsagnirnar við.
Mikudagin var ein stuttur fundur ímillum sjúkrasystrarnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, men Ingun Gaardbo sigur, at hann broytti onki.
? Leiðslan endurtók, at fleiri fólk verða ikki sett á B 6 og so er onki at gera.
Sambært útvarpinum mikukvøldið hevði leiðslan á Landssjúkrahúsinum fingið ta fatan, at sjúkrasystrarnar nú vóru meiri vælviljaðar, enn tær hava verið.
?Eg veit ikki, hvussu leiðslan hevur fingið ta fatanina, tí støðan hjá okkum er heilt avgjørt óbroytt, sigur álitisfólkið á B 6.
Hon sigur, at merkist eisini á sjúklingunum, at teir stúra fyri gongdini og tað er kanska tað ringasta av øllum, leggur hon afturat.
Seinasti arbeiðsdagur
Hóast sjúkrasystrarnar fara úr starvi 31. desember, er dagurin í dag teirra seinasti arbeiðsdagur.
Ætlanin var, at B 6 skuldi lata aftur í dag og so verða afturlatin um árrskiftið. Hon skuldi lata uppaftur 7. januar.
Sostatt fara sjúkrasystrarnar heim í dag og koma ikki aftur.
Heldur ikki til blaðið í dageydnaðist at fáa viðmerking frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.
men Marin Vang, røktarfakligur stjóri, hevur áður sagt, at farast skuldi beinanvegin undir at umskipa B 6 og tey hava longu søkt eftir nýggjum sjúkrasystrum og sjúkrarøktarum.
Sí annars viðmerkingar til støðuna frá Sjúkrasystrafelag Føroya á síðu 10 í blaðnum í dag.
Har vísir Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum á, at tað fer at fáa óbótaligan skaða fyri sjúklingin, starvsfólkið og samfelagið, um tað ikki eyndast at finna semju um arbeiðsviðurskiftini á B 6.
Hon heldur eisini, at nú er stundin komin til, at politiski mynduleikin vaknar og tekur um endan.
? Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumáluum, Sámal Petur í Grund, hevur fyrr sagt, at málið ikki var búgvið hjá honum at leggja seg út í, men nú er tað væl hansara skylda, sigur sjúkrasystrafelagið.