Á sama hátt sum tú ikki kann lata familjulimir koma við almennum niðurstøðum um arbeiðið hjá hvørjum øðrum, so kanst tú heldur ikki lata teir ymsu armarnar í miðfyrisitingini koma við niðurstøðum um hvønn annan. Heilt galið er, um eitt nú Vinnumálastýrið, Fíggjarmálastýrið ella Fiskimálastýrið sleppa at viðgera kærumál móti sær sjálvum.
Onkur vil kanska halda, at rætturin er ein vegur at ganga fyri fólk, ið eru ónøgd við mannagongdina. Rætturin eigur at verða allarsíðsti útvegur. Borgarin í hesum landi eigur at hava onkran at fara til við umsitingarligum kærumálum uttan at noyðast at fara í rættin og gjalda túsundavís av krónum fyri at koma til botns í einum umsitingarmáli.
Ein Løgtingsins umboðsmaður hevði verið ein loysn á hesum máli. Hesin átti at verið settur fyri eitt ávíst áramál í senn og skuldi arbeitt púra óheft av Landstýrinum. Um onkur hugsar um kostnaðin av einum slíkum løgfrøðingi, so átti tað ikki at verið ein trupulleiki. Teir ressursir, ið nú hyggja at sær sjálvum, høvdu sjálvandi verið frígivnar í eini slíkari støðu.
Einki minni enn demokratiið stendur uppá spæl, um vit lata miðfyristingina kanna seg sjálva í kærumálum. Tað er alt ov lætt at fremja sjálvuppfyllandi profetiir. Eisini kann fyrisitingin broyta roknskaparmannagongdir, so t.d. ein ivasom útsøgn frá einum Landsstýrismanni kann gerast sonn við eitt nú óvanligum avskrivingum.
Vandi er eisini í at lata fólk sjálv modellera síni fíggjarligu útgangsstøði á eitt nú landsstovnum, sum tey til eftirtíðina kunnu máta seg sjálv eftir yvirfyri almenninginum. George Orwell skrivaði fyri fimti árum síðani eina framtíðarræðumynd, kallað 1984, har valdsharrarnir rættaðu í søguni til egnan fyrimun. Tíbetur eru vit langt frá ræðustøðuni, men vit skylda ikki minst okkara eftirkomarum, at almennar manngongdir verða endurgivnar so trúverdugt sum møguligt, fyri at ikki eitt vet av ivasemi er í lýsingini av mannagongdini.
Ein løgtingsins umboðsmaður hevði bøtt um omanfyristandandi, um óreglusemi onkursvegna var. Allar kærur til ein Løgtingsins Umboðsmann eiga at verða skrásettar og umrøddar í eini ársfrágreiðing, ið verður almannakunngjørd til frama fyri rættartrygd borgarans.
Rætturin er til orrustur, ein Løgtingsins Umboðsmaður kann geva innlit - eisini í smærri málum, sum vit ikki vildu farið í rættin við. Rætturin er at meta sum svørðið, og Løgtingsins Umboðsmaður at meta sum pennurin. Sum Marty Feldman segði: Pennurin er sterkari enn svørðið og almikið lættari at skriva við.