Limatænasta
Tað hevur verið stórur tørvur á hesum. So tað er lítil ivi um, at tað fer at halda fram.
Nú heita telefonlinjan hjá Føroya Arbeiðarafelag fer í summarfrí kann ikki sigast annað, enn at hon hevur fingið seragóða undirtøku.
Tað var í vár, at Føroya Arbeiðarafelag fór undir eina nýggja tænastu fyri limirnar, har teir kundu ringja á felagið ávísar tíðir við ymsum spurningum.
?Vit hava havt sakførara felagsins sitandi á skrivstovuni hvønn hósdag frá klokkan 16-18 og hesa tíðina hevur so borið til hjá limum okkara at ringt inn við spurningum til hansara, sigur IngeborgVinhter.
? Tað verður alsamt meiri og meiri umsitingarligt at hava við fakfelagsviðurskifti at gera og tað vant meiri og meiri upp á seg, at fólk ringdi á skrivstovuna at spyrja um alskyns faklig viðurskifti, tað kundi vera um sáttmálaviðurskifti, um dagpeningaskipanina, um tryggingarspurningar, frítíðarlógina, vanlukkutryggingina, barnsburðarfarloyvi o.s.fr., o.s.fr., sigur hon.
? Í tann mun tað bar til, svaraðu vit upp á standandi fót. Men í heilt nógvum førum var tað neyðugt hjá okkum at venda spurningunum til sakførara okkara.
?Tí kom hugskotið um at skipa eina tænastu, har sakførarin var at hitta fastar tíðir, tá ið hann skuldi vera til taks hjá limunum.
Tveir tímar
Vit gjørdu tí av at royna hetta tveir tímar um vikuna, hvønn hósdag frá kl. 16-18. Tíðin er ásett fyri at fólk eisini kundu ringja eftir vanliga arbeiðstíð.
?Vit hava nú roynt hesa skipanina í góðar fýra mánaðir og hendan tíðin hevur víst, tað tað avgjørt var stórur tørvur á hesi tænastu, sigur IngeborgVinther.
Hon sigur, at tað hava heilt nógv brúkt hesa tænastuna og talan er bæði um lokalfeløg og vanligr limir sum ringja.
So vítt tað ber til, verður svarað upp á standandi fót. Men viðhvørt er neyðugt at kanna spurningar nærri, men so fáa tey svar aftur.
Hon sigur, at tað hevur stóran fyrimun fyri limirnar, at tey aloftast kunnu fáa svar upp á standandi fót, men tað hevur eisini stóran týdfning fyri felagið at hava fastar tíðir.
?Sjálvsagt kunnu mál stinga seg upp sum gera, at fólk ringja uttanfyri hesar tíðirnar, og tað eru tey sjálvandi eisini vælkomin til, men av tí at fastar tíðir eru, eru tey mong sum brúka tað høvi, tí tá vita tey, at tey fáa tal á sakførara okkara.
IngeborgVinther sigur, at spurningarnir eru um alt møguligt, um sáttmálar um sáttmálatulkingar, um yvirtíð, um frítíð o.s. fr.
Nú er tænastan farin í summarfrí,men hon verður tikin uppaftur um mánaðarskiftið august/septembeer.








