Klaksvík:
Dansararnir komu til Klaksvíkar hósmorgunin klokkan tíggju. Tey fóru beint í ein buss og so ein túr til Viðareiðis. Alex Sólstein var ferðaleiðari og hann greiddi dúgliga finnunum frá ymiskum søguligum í sambandi við støð, sum tey vitjaðu. Millum annað vóru tey í Viðareiðis kirkju, har tey sóu alt kirkjusilvurið.
Eftir vitjanina á Viðareiði varð farið aftur til Klaksvíkar og niðan í Skálan, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Dansifelag, at eta matpakka. Síðani skiftu tey klæðir og so gekk leiðin í Christianskirkjuna, áðrenn tey fóru norður á Nólsoyar Pálsgøtu at hava eina lítla dansiframsýning fyri norðoyingum.
Tey dansaðu á parkeringsøkinum norðanfyri bakaríið hjá Símun og heilt fitt av fólki steðgaði á at hyggja eftir hesum dansinum, sum at síggja til tyktist so leikandi lættur, men óivað ikki var tað kortini.
Dansiframsýningin vardi ikki longi, men fólkini, sum vóru savnað til at hyggja, sóu út til at hugna sær í góðveðrinum kortini. Nógv høvdu nýtt høvi til at fara út við børnunum og høvdu keypt ís. So tað var rættuligur summardámur yvir løtuni.
Eftir dansiframsýningina fóru dansararnir niðan aftur í Skálan, har tey fingu at eta. Og síðani fóru tey avstað aftur klokkan sjey.
Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag, sigur, at tey lótu væl at vitjanini, og tey søgdu, at tey høvdu fingið eina positiva mynd av Norðoyggjum.
Havleik
Dansararnir eru í Føroyum í sambandi við at Landsfelagið fyri dansifeløgini í Føroyum, Sláið Ring, skipar fyri eini dansistevnu, sum tey hava valt at kalla fyri Havleik. Hetta er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Umleið 400 dansarar úr øllum Norðurlondunum eru í Føroyum í hesum sambandinum.
Tílíkar dansistevnur hava verið í Íslandi eisini, og har eita tær Ísleik, og so varð hildið, at tað var so upplagt at kalla ta føroysku dansistevnuna fyri Havleik.
Dansistevnan gongur fyri seg í Havn, men hósdagurin varð so nýttur til at fara í onkrar av hinum oyggjunum at vitja. Og finnararnir komu so til Klaksvíkar, meðan onkrir av hinum dansarunum fóru aðrastaðni í landinum at vitja.
Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag sigur annars, at tað gongur væl hjá føroyska dansinum fyri tíðina.
- Hóast tað tyktist sum um limir í okkara dansifelag ikki tóku so væl undir við Havleik, so eru vit kortini aktiv. Næsta vikuskiftið verður dansinátt í Norðurlandahúsinum og í ár eru tað so vit, sum skulu skipa fyri, sigur Heini og leggur at enda aftur at, at Klaksvíkar Dansifelag eitt kvøldið í hesi vikuni dansaði fyri portugisiskum gestum hjá Kósini, sum vóru til døgurða í Skálanum.
- Tey vildu so fegin sleppa at síggja tann føroyska dansin, og tað sluppu tey so eisini.