Neyvan verða stórar broytingar millum stóru flokkarnar í Eysturoynni eftir valið 30. apríl. B hevur altíð staðið seg væl í oynni. Spurningurin her er heldur, hvør verður valdur. Har verður helst hørð kapping. Fyrrv. borgarstjórin í Runavík stillar upp og eru kend nøvn bæði á Strondum og í Gøtu. Maðurin á Toftum man sita tryggur, men spurningurin er, hvussu tryggur fyrrv. løgmaður, Edmund Joensen er. Hansara egna heimabeiti er trygt men ikki so stórt samanbera vit við nógvu veljararnar við Skálafjørðin. Men oyramaðurin hevur oftani víst seg at gerast drúgvur, tá avtornar. Tað verður tó ?mange bække små?strategiin, sum skal/kann bjarga honum sessin, tí Sundalagið einsamalt er ikki nokk. Valið í Eysturoynni er tí eisini eitt avgerandi innanhýsis styrkival í B.
E tóktist eina løtu at hava møguleika at ogna sær tveir sessir í oynni. Her varð hugsað um at fáa kapping millum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen við tí í hyggju, at báðir skuldu koma inn. Men henda dreymin hjá nýggju leiðsluni í E gjørdi veteranurin úr Fuglafirði til einkis, tá hann ? sum øll vita, vónsvikin ? gjørdi av at fara úr politikki med alla. Nú ljóðar at oddavalevnið hjá E møguliga ikki stillar upp heldur. Neyvan er hugsandi, at bæði høvuðsvalevnini taka seg aftur.
Vit kunnu so bert gera ta niðurstøðu, at leiðslan í E má taka til takkar við tí eina manninum í oynni, júst sum hon eisini verður at sanna í Norðoyggjum. Eftir øllum at døma hevur víðgongda og lítið semjusøkjandi støðan hjá formanninum í E í fullveldismálinum givið ein so alvorligan baksláttur, at vónirnar/dreymurin um at tvífalda tingmannatalið í bæði Norðoyggjum og í Eysturoynni verður av ongum. So hóast E eydnast at fáa framgongd í atkvøðum kann úrslitið verða, at flokkurin stendur í stað, og tað hevur ongantíð verið ætlanin hjá leiðara floksins, ið hevur gjørt nógv burtur úr at byggja upp eina fólkarørslu rundan um sín egna flokk. Nógv bendir á, at viðgongda linja hansara ístaðin hevur syndrað møguleikarnar fyri slíkari.
A og C fara at varðveita sínar tingmenn í Eysturoynni. Ein framgongd hjá C kann tó fáa týdning fyri tillutan av eykamonnum. Stóri spenningurin er um D fer at fáa mann valdan. Innanhýsis stríðið setur djúp sár, men tað hevur tó eydnast D at fáa sín fyrrv. formann og landssstýrismann Lassa Klein at stilla upp. Um tað fer at gera munin kann bert tíðin vísa. Skal D fáa umboð á ting er avgerandi, hvussu gongst at byggja flokkin uppaftur í Eysturoynni.
Sosialurin