Tingið mannað í morgin

VELJARAKANNING: Sosialurin hevur í vikuni latið størstu veljarakanningina gera, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum

Løgtingsvalið verður týsdagin 30. apríl. Listarnir eru gjørdir, og harvið er tað greitt, hvørjir persónarnir eru, sum flokkarnir bjóða fram í teimum sjey valdømunum.
Fyrsta veljarakanningin, eftir at listarnir eru vornir almennir, verður kunngjørd í Sosialinum í morgin. Tað eru næmingar í Studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík, sum hava staðið fyri kanningini. Mikukvøldið og aftur í gjárkvøldið hava teir ringt kring landið fyri at máta politiska temperaturin.
Næmingarnir hava hildið til í hølunum hjá Føroya tele í Klaksvík. Tá vit í fyrrakvøldið høvdu samband við teir, lótu teir sera væl at umstøðunum, og teir roknaðu við at verða lidnir við at ringja og spyrja áðrenn klokkan tíggju í gjárkvøldið.
Tað er samtakið FYND, sum hevur ábyrgdina av kanningini. Eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið skuldi FYND rokna uppá tølini. Tað er tað, sum teir kalla at viga tølini.

Øðrvísi kanning
Tá vit í yvirskriftini siga, at vit manna tingið í morgin, so skal tað sjálvandi skiljast soleiðis, at vit í morgin fara at siga, hvussu tingmannabýtið hevði verið, um val hevði havt verið í hesi vikuni.
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, hevur saman við næmingunum staðið fyri praktiska arbeiðnum. Hann sigur, at tað verður roknað við, at kanningin fer at geva eitt meiri nágreiniligt boð uppá, hvussu tingmannabýtið hevði verið, enn kanningarnar áður hava gjørt:
? Vit hava lagt okkum eftir at røkka umleið fýra hundrað svarpersónum í hvørjum valdømi. Tað vil siga, at málið er, at umleið 2800 føroyingar skulu siga okkum, hvar teir høvdu sett krossin, um val hevði verið seinnapartin í hesi vikuni. Mikukvøldið náddu vit upp um helvtina av ásetta talinum, so vit rokna við, at vit fara at røkka á mál í kvøld, segði Jóannes Hansen í gjár, og hann helt fram:
? Tá vit røkka so nógvum svarum, so halda vit, at tað við ikki serliga stórari óvissu fer at bera til at siga, hvussu teir 27 umdømisvaldu tingmenninir høvdu verið lutaðir millum flokkarnar, og harafturat ber til at siga, hvussu eykavaldu tingmenninir høvdu verið býttir millum flokkarnar, og hvussu teir høvdu verið lutaðir út á valdømini, um val hevði verið í hesi vikuni. Í øllum kanningum, sum higartil hava verið gjørdar, er tingmannabýtið bara roknað út frá lutfallinum millum flokkarnar, tá alt landið hevur verið roknað sum eitt valdømi. Løgtingsvalini hava aftur og aftur víst, at lutfallið millum atkvøðubýtið og tingmannabýtið ikki er tað sama. Tað er tingmannabýtið, sum ger styrkina hjá flokkunum av. Tí hava vit roynt at gera kanningina á henda hátt, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur.
Sum sagt so verður úrslitið av kanningini í leygardags útgávuni av Sosialinum.