Til minnis um Heðin Wardum 21/10?1937 ? 30/12?2001

Minningarorð

Tað kom ógvuliga dátt við, at Randi kom á gátt 30/12?2001 at bera okkum boðini, at Heðin var deyður.

Vit arbeiddu saman hvønn dag, men hann nevndi ongantíð nakað um, at heilsan kanska var farin at bila.

Eg kom at kenna Heðin fyri 47 árum síðani, tá hann 17 ára gamal júst liðugur við Realskúlan kom at arbeiða hjá trolarafelagnum P/F Kimbil. Skrivstovan hjá Kimbili var tá (heima) á Bryggjubakka, men flutti út á Vestaru Bryggju, tá Bacalao gjørdi 2. bygningin í 1956. Í nøkur av seksti- og sjetiárunum kom Heðin at taka sær av bókhaldinum hjá Bacalao. Tá skrivstovan hjá Kimbil varð løgd saman við Bacalao kom Heðin aftur at taka sær av skipunum og tað er eingin loyna, at best dámdi honum arbeiðip við skipunum. Tá Bacalao í 1993 fór í Fiskavirking, kom Heðin at halda fram sum bókhaldari fyri tey 4 skipini, ið eru eftir og hetta starvið røktaði hann til fulnar til deyðadag sín.

Hann var óvanliga nærlagdur í arbeiði sínum og tá hann var liðugur við arbeiði sítt, var stórt sæð einki hjá nøkrum grannskoðara at koma eftir aftaná.

Eg kendi ikki bert Heðin frá samstarvi okkara. Í nógv ár serstakliga í seksti- og sjeytiárunum ferðaðust vit nógv saman á rossabaki á Streymoyar- og Vágafjøllum. Hesi árini plagdi hann eisini at skógva rossini og tað var altíð so vælgjørt, at eg hvørki fyrr ella seinni havi sæð so væl og vakurt skødd ross.

Sama var við hondskriftini hjá Heðini, sum var so tiltikin vøkur, at eg enn ongantíð havi sæð eina hondskrift, sum á nakran hátt kann samanberast við hana.

Tað fellur tungt at skriva hesi orð, tí tað var so óvæntað, at tú skuldi fara so tíðliga. Vit arbeiddu saman í 47 ár. Vit vóru saman í stóru sorgarløtuni, tá Stella Argus fórst og tá Nólsoyar Páll misti 4 mans. Vit vóru saman í gleðisdøgunum, tá nýbygningarnir Brandur Sigmundarson, 2x Brestir, 2x Beinir, Kallsevni, Grímur Kamban og fleiri aðrir komu til landið og gleddust um at samstarva í feløgum í framburði.

Tann tíðin er nú farin og livir bert í minnunum á gomlum monnum.

Tað var gott at kenna teg. Tað var svárt at missa teg. Skula nøkur troystarorð vera at siga, so eru tey, at fáar dagar áðrenn deyðadag tín, segði tú tína vón vera, at tá tú skuldi hiðani, skuldi tað vera "uppá eingang og ikki aftaná langa, óvirkna sjúkralegu". Í so máta fekst tú ynski títt uppfylt.

Hvíl í friði, góði vinur.