Vit sigla í løtuni vandasjógv tá talan er um høvuðsvinnu okkara, hettar skal skiljast sum eitt lítið íkast til kjakið um, hvussu vit sum fiskivinnutjóð eiga at brúka okkara góða navn og umdømi til at selja og marknaðarføra okkara fiskavørir úti um heim.
Vit hava brúkt okkara reina hav og okkara reinu firðir til at selja okkara fiskavørur, heldur nakar Føroyingur í dag við virðing fyri umhvørvinum, at vit liva upp til okkara vørumerki, sum sigur at vit ikki dálkað, tað gongur sjón fyri søgn at firðir og havnir eru so illa dálkaðar, at tað mest er álíkna køstum.
Nú er tað soleiðis at vit aftur eru komnir í tað somu støðuna sum árini frammanundan at áseta fiskidagar fyri næsta ár, úttalilsi er longu koman undan kavi, sum siga at vit ikki skulu taka altjóða fiskifrøðingar (ICES) og eiheldur okkara egnu fiskifrøðingar fyri fult, eg trúgvi at eitt nú Føroyar hava nógv meira brúk fyri altjóða góðkendari ráðgeving sum ICES, enn teir hava brúk fyri okkum í framtíðini.
Vit kunnu ikki í fullum álvara siga, at vit ikki taka eitt nú ICES og okkara egnu fiskifrøðingar fyri fult, skommin er okkara, tá tað er sagt haldi eg at vit hava fullan rætt til ikki at verða samd við ráðgevingini, men vit skuldu heldur farið inn á ein konstruktivan dialog, hvar bæði serfrøðin og vinnan fekk eina betri fatan av sjónarmiðum, hvør hjá øðrum, tað letur seg illa gerða at bæði vinnan og altjóða havfrøðin eru samd, sjálvt um endamálið skuldi verði tað sama.
Portalurin hevði samrøðu við reiðara á Beta sum hevur hollar royndir innan fiskiskap, hann var spurdur um hettar at eta fisk, hann rakti væl, tá hann segði, at brúkarin er farin at hugsa meira um heilsuna hjá fiskinum enn hjá sær sjálvum.
Hettar er ikki einans teir sokallaðu umhvørvisfanatikarnir, sjálvur haldi eg hettar verða tann brúkarabólkurin ella tann segmenteringin av brúkarum í ES og aðrastaðni, sum vil gjalda mest fyri fiskin, um hann kemur úr altjóða viðurkendum burðadyggum havumhvørvi.
Sjálvandi skulu vit ikki skerja fiskiskapin við eitt nú 30% eftir einum ári, men vit mugu til at venja okkum við, at altjóða góðkenning kemur at hava nógv størri ávirkan á okkara fiskivinnu í framtíðini, enn hon hevur í dag.
Tað sum lívið hevur lært meg higartil er, at um tú sjálvur hevur ringt við at taka onnur fyri fult, so er tað ikki serliga leingi fyrr enn øll onnur ikki taka teg fyri fult, um okkara keyparir ikki taka okkum fyri fult sum fiskivinnutjóð, tí vit hava blakað ráðgevingina burtur, so kunnu vit gloyma alt um burðardyggan útflutning.









