vit trygdina, ið liggur í, at avgerðir verða tiknar við gjøgnumskygni og undir ábyrgd fyri restina av samfelagnum. Smá samfeløg er serliga viðkvom. Í stórum londum kann eitt mistak í einari verkætlan verða [...] haldførið, soleiðis at lagnu løtan, ið náddi hæddina í 1992, ikki endurtekur seg. Infrastrukturur sum drívmegi Útbygging av tunnlum, vegum og havnum hevur í mongum førum verið lykilin til samfelagsligan vøkstur [...] ikki heldur. Stórar íløgur í tunnlar og vegir krevja fíggjarligt haldføri, og um kostnaðurin verður ov stórur, kann hann leggja trýst á vælferðarskipanina og framtíðar íløgur. Í øllum samfeløgum kann ein
umsóknir til starvið, men Nina J. Brockie Hansen er sett í starv, tí hon hevur drúgvar royndir í at undirvísa í ríðing og í námsfrøði. Hetta metir nevndin í Ríðisambandinum at vera góðir førleikar til hetta starvið [...] ikki, siga tey. Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum sigur, at hann vónar at hetta kann verða við til at menna áhugan hjá ungdóminum fyri ríðing, og at tað fer at lyfta ríðing í Føroyum upp á eitt hægri [...] Ríðisamband Føroya hevur nú sett Ninu J. Brockie Hansen í starv sum ungdómsmennara, og arbeiðið hjá henni verður at vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri ríðing. Ríðisambandið sigur, at tað vóru fleiri
upplestratiltakið, sum felagið skipar fyri í ár. Í fjør skipaði felagið fyri 7 upplestrartiltøkum í Sirkus Føroyar, sum øll vóru væl vitjað. Nývaldi formaðurin í Rithøvundafelagnum, Ludvík á Brekku, sigur [...] Rithøvundafelag Føroya skipar aftur fyri upplestri av tekstum hjá rithøvundum í Sirkus í Vágsbotni í Havn. Tiltakið verður leygarkvøldið 30. mai, kl. 21.00, har høvið verður at hoyra Simonu Midjord, Ludvík [...] limum okkara og debutantum at lesa sínar tekstir fyri áhoyrarum í einum hugnaligum og óhátíðarligum umhvørvi, sigur Ludvík á Brekku, formaður í Rithøvundafelagi Føroya.
Gamli siðurin at skjóta fyri brúðarpari stendur enn høgt í metum í Nólsoy. Klokkan trý í dag varein brúðarvígsla í Nólsoyar kirkju, har Tórun og Jan Hansen søgdu ja til hvønn annan. Jan Hansen er nólsoyingur [...] Havn. Jan hevur i mong ár verið formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag, og limir í felagnum settu eisini sín dám á dagin. Og so sjálvandi skjúttarnir. Teir vóru einir 20 í tali, og tað er gamal siður, at [...] allar óndar megir burtur, og tí var skotið frá kirkjuni og í nýggja heimið hjá teimum nýgiftu. Og sum siður eisini er, fingu skjúttarnir ein upp í nevið, tá brúðarparið var komið til húsar heim.
nøkrum árum síðani. Tað riggaði væl, sigur Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF. Dánjal á Lakjuni og Fritleif í Lambanum eru komnir aftur til felagið í summar. - Vit hava fingið tað, sum vit skulu hava, sigur Magnus [...] Ein spælari verður útleigaður, meðan ÍF í Dánjali á Lakjuni og Fritleifi í Lambanum hevur fingið tað tilgongd, ið teir skulu hava. Ungi framherjin, Jákup Johansen, verður helst útleigaður til 1.deildarfelagið [...] deildarfelagið Skála, restina av kappingarárinum. Fyri uttan tað, so verður ongin broyting í kvøld. - Eg siti í løtuni og geri pappírini klár til at útleiga Jákup Johansen. Hann vil fegin hava spælitíð og tí
Finlands á middegi í dag. - Vit eru áleið ein tíma frá Turku. Vit koyra í bussi nú, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, tá portalurin tosaði við hann stutt fyri klokkan trý í dag. Sigfríður Clementsen [...] komið til Finlands og er nú í bussi á veg til Turku, har teir hósdagin skulu spæla móti FC Inter Turku í Europa League. Spælararnir hjá Víkingi vóru seinkaðir úr Føroyum, men í nátt um tvey tíðina bragdaði [...] Clementsen legði í gjár dent á, at so leigi ferðalagið náddi flúgvain úr Keypamannahavn á middegi í dag, so komu seinkingarnar úr Føroyum ikki at ávirka fyrireikingarnar til dystin hósdagin. Fyrri dysturin
Toppskorarin í føroyskum fótbólti í 2011 er aftur í ljósabláu troyggjuni hjá Víkingi, eftir eitt ár í svenskum aðru deildar fótbólti. Hann váttaði fyri sosialinum fríggjadagin, at hann kom aftur til føroyar [...] trupult at vinna álit frá venjaranum í Jönköping Södra. Víkingur kann í dag kunngera Finn Justinussen sum nýggjan mann í hópinum, og tað kemur óiva væl við. Fleiri ferðir í fjør ljóðaði úr Víkingi, at teir [...] yrkisfótbólt uttanfyri Føroyar. Mynd: (www.vikingur.fo) Finnur Justinussen(t.v) og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi
tey aftur í gjárkvøldið, tá ið tey framførdi á Christiansborg í samband við Mentanarnáttina í Keypmannahavn. Umframt eina ørgrynnu av føroyskum áhoyrarum, vóru eisini kend donsk andlit at síggja í føroyska [...] høvið at hoyra føroyskar tónar. Í gjárkvøldið bjóðaðu Edmund Joensen og Sjúrður Skaale til eitt føroyskt mentanarkvøld á Christiansborg í samband við mentanarnáttina í Keypmannahavn, sum er ein fastur [...] hinir sangfuglarnir úr Mpiri komu syngjandi inn í hølið á Christiansborg, og framførdu síðani fleiri løg, sum vóru sera væl móttikin. Bogi Mouritsen er formaður í Mpiri. Hoyr samrøðuna við hann her:
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin við formannin í flogbóltsfelagnum, SÍ. Jørgen Niclasen er formaður í SÍ, og hevur eisini spælt nógv við næstbesta liðnum [...] við einari teggju av FM-heitum í nógvum ymiskum deildum. Jørgen greiddi frá serliga flogbóltsstemninginum og huglagnum, sum er í Sørvági hóast umstøðurnar eru kargar mett í mun til hini feløgini, sum kunnu [...] spæla dystir í ítróttarhallum. SÍ hevur enn bert eina stóra fimleikahøll, men tað forðar teimum ikki at avrika stórt. Prátið snúði seg eisini um flogbóltsgallaveitsluna, sum verður á Hotel Vágum í annaðkvøld
leiðarin í sosialistiska flokkinum, hevur verið eirindaleysur í samgongusamráðingum og flokkarnir hava ikki megna at fáa ein semju í lag. Eftir at Pedro Sanchez bleiv koyrdur frá sum formaður í summar hevur [...] úr konservativa flokkin PP, fekk ikki ein meirluta ímóti sær í spanska tinginum og tískil kundi hann svørjast í eið sum forsætismálraráðharri í Spania. Spania hevur havt tvey val síðan desember. Báðar ferðir [...] flokkurin PSOE atkvøddi blankt tá atkvøðast skuldi í tinginum um Marino Rajoy. Tað gjørdu teir fyri at sleppa burturúr politisku kreppuni, sum landið er í. Tískil skal Mariano Rajoy skipa eina