Toppskorarin í føroyskum fótbólti í 2011 er aftur í ljósabláu troyggjuni hjá Víkingi, eftir eitt ár í svenskum aðru deildar fótbólti.
Hann váttaði fyri sosialinum fríggjadagin, at hann kom aftur til føroyar at spæla. Skaðar hava gjørt tað trupult at vinna álit frá venjaranum í Jönköping Södra.
Víkingur kann í dag kunngera Finn Justinussen sum nýggjan mann í hópinum, og tað kemur óiva væl við. Fleiri ferðir í fjør ljóðaði úr Víkingi, at teir manglaðu júst ein mann sum Finnur fyri at kunna veruliga kappast um meistaraheitið.
Finnur sigur við Sosialin, at hann bara samráðist við Víking, men leggur afturat, at hetta ikki er endin á dreyminum um at sleppa at spæla yrkisfótbólt uttanfyri Føroyar.
Mynd: (www.vikingur.fo) Finnur Justinussen(t.v) og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi










