ÍF hevur fingið sítt

Ein spælari verður útleigaður, meðan ÍF í Dánjali á Lakjuni og Fritleifi í Lambanum hevur fingið tað tilgongd, ið teir skulu hava.

 

Ungi framherjin, Jákup Johansen, verður helst útleigaður til 1.deildarfelagið Skála, restina av kappingarárinum. Fyri uttan tað, so verður ongin broyting í kvøld.

 

-       Eg siti í løtuni og geri pappírini klár til at útleiga Jákup Johansen. Hann vil fegin hava spælitíð og tí verður hann útleigaður. Vit gjørdu tað sama við Ara Ellingsgaard fyri nøkrum árum síðani. Tað riggaði væl, sigur Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF.

 

Dánjal á Lakjuni og Fritleif í Lambanum eru komnir aftur til felagið í summar.

 

-       Vit hava fingið tað, sum vit skulu hava, sigur Magnus Jørmundsson víðari.

 

ÍF hevur havt eitt gott kappingarár í Effo-deildini og liggur nummar tvey. Flytingarvindeygað letur aftur í nátt.