Víkingar nú á veg til Turku

Ferðalagið við Víkingi er komið til Finlands og er nú í bussi á veg til Turku, har teir hósdagin skulu spæla móti FC Inter Turku í Europa League.

 

Spælararnir hjá Víkingi vóru seinkaðir úr Føroyum, men í nátt um tvey tíðina bragdaði. Ferðalagið slapp avstað og náddi flúgvari til Finlands á middegi í dag.

 

- Vit eru áleið ein tíma frá Turku. Vit koyra í bussi nú, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, tá portalurin tosaði við hann stutt fyri klokkan trý í dag.

 

Sigfríður Clementsen legði í gjár dent á, at so leigi ferðalagið náddi flúgvain úr Keypamannahavn á middegi í dag, so komu seinkingarnar úr Føroyum ikki at ávirka fyrireikingarnar til dystin hósdagin.

 

Fyrri dysturin millum Víking og FC Inter Turku endaði við javnleiki 1-1 á Svangaskarði.