Eitt minniligt flogbóltskappingarár hjá SÍ

(SportBoxin) Formaðurin í SÍ, Jørgen Niclasen vtijaði SportBoxina hjá Rás2 til eitt prát um framúr góðu avrikini hjá SÍ í ár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin við formannin í flogbóltsfelagnum, SÍ. 

 

Jørgen Niclasen er formaður í SÍ, og hevur eisini spælt nógv við næstbesta liðnum hjá SÍ. Hann kann stórfegnast um tað besta kappingarárið hjá SÍ nakrantíð við einari teggju av FM-heitum í nógvum ymiskum deildum. Jørgen greiddi frá serliga flogbóltsstemninginum og huglagnum, sum er í Sørvági hóast umstøðurnar eru kargar mett í mun til hini feløgini, sum kunnu venja og spæla dystir í ítróttarhallum. SÍ hevur enn bert eina stóra fimleikahøll, men tað forðar teimum ikki at avrika stórt.

 

Prátið snúði seg eisini um flogbóltsgallaveitsluna, sum verður á Hotel Vágum í annaðkvøld. Ikki slapst undan, at onkur stuttligur politiskur tvistur var í samrøðuni við Jørgen Niclasen.