Á tingfundi í dag klokkan 11 fer Løgtingið at manna tingnevndirnar. Tilsamans eru 45 nevndarsessir, sum skulu býtast millum samgngu og andstøðu. Eisini skulu varafólk veljast í allar sessirnar.
Samgongan hevur 22 av teimum 33 tingsessunum, tað eru tveir triðingar. Tað gevur samgonguni meiriluta og formansessirnar í øllum nevndunum.
Í samgonguni verða tingsessirnar eisini brúktir til at javna valdið millum flokkarnar í samgonguni. Sum skilst er samgongan samd um, at Sambandsflokkurin fær forfólkið í fíggjarnevndini og Javnaðarflokkurin í vinnunevndini.
Skráin fyri tingfundin í dag kl 11 er hendan:
1. Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini
2. Val av umboðum í Norðurlandaráðið
3. Val av umboðum í Útnorðurráðið
4. Val av løgtingsgrannskoðarum
5. Val av nevningagrundlistanevndum
6. Framløga
Grein 24 í tingskipkanini, sum víst verður til í sambandi við val av tingnevndunum er soljóðandi:
§ 24. Á hesum fundi verða hesar nevndir valdar:
1) Fíggjarnevnd við 7 limum og 7 varalimum. Hon hevur eftir áheitan frá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum heimild at ráðgeva hhesum um broyttar fortreytir fyri játtanini. Hon røkir sítt starv sbrt. § 44, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini og gevur annars Løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmálum.
2 Uttanlandsnevnd við 7 limum og 7 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini og gevur Løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, marknaðar- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark. Nevndarformaðurin ella meirilutin í nevndini kann boðsenda løgmanni ella landsstýrisfólki á fund at kunna nevndina um ávís mál. Heitt kann eisini verða á løgmann ella landsstýrisfólk um at lata nevndini skrivliga kunning um ávís mál.
3 Landsstýrismálanevnd við 3 limum og 3 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 38 í Stýrisskipanarlógini. Hon hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrisfólki at koma á fund at greiða frá ávísum máli.
4) Vinnunevnd við 7 limum og 7 varalimum.
5) Trivnaðarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.
6) Mentanarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.
7) Rættarnevnd við 7 limum og 7 varalimum.
Stk. 2. Løgtingmál fáa vanliga viðgerð í nevnd soleiðis, at samsvar er millum ta viðgerð, málið hevur fingið ella hevði fingið í landsumsitingini, og viðgerðina í Løgtinginum.
Stk. 3. Fíggjarnevndin kann vísa teim táttum í fíggjarlógaruppskotinum, sum snúgva seg um málsøki hjá aðrari nevnd, til ummælis hjá hesum nevndum. Hetta skal gerast, áðrenn ein vika er liðin frá tí, at málið er beint í fíggjarnevndina, og skulu nevndirnar senda fíggjarnevndini sítt ummæli í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tær hava fingið málið til ummælis. Fíggjarnevndin kann eisini undir viðgerðini av eykajáttanarløgtingslógum í serligum førum senda uppskotið ella part av tí til ummælis sbrt.1. pkt., tó skal nevndin í slíkum føri geva sítt ummæli í seinasta lagi eina viku eftir, at hon hevur fingið málið til ummælis.
Stk. 4. Løgtingsnevndirnar kunnu bara taka til viðgerðar tey mál, sum sbrt. avgerð løgtingsformansins eftir § 40 og § 43 eru beind nevndini til viðgerðar.
Stk. 5. Um í minsta lagi 5 limir ynskja tað, kunnu nevndirnar, hóast regluna í stk. 4, seta løgmanni ella landsstýrisfólki spurningar um ávís viðurskifti. Spurningarnir verða settir skrivliga, og nevndin kann biðja um skrivligt svar, ella at løgmaður ella landsstýrisfólkið kemur á fund við nevndina at svara spurningunum. Er eingin freist ásett, eiga spurningarnir at verða svaraðir innan 2 vikur eftir, at teir eru settir. Sær løgmaður ella landsstýrisfólk seg ikki ført fyri at svara, skal viðkomandi skjótast tilber við skrivligari grundgeving boða nevndini frá hesum.










