Fimta dystin á rað vóru Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona fyri einum teprum tapi í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.
Sunnudagin taptu teir á heimavølli 0-1 fyri AC Milan. Hellas Verona hevði nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær stig í hesum dystinum.
Men søgan endurtók seg, Hellas Verona megnar illa at skjóta mál. Teir hava bert skotið 23 mál í 33 dystum í Seriu A.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-AC Milan 0-1 (0-1):
##med2##











