Lesa egin verk

Rithøvundafelag Føroya skipar aftur fyri upplestri av tekstum hjá rithøvundum í Sirkus í Vágsbotni í Havn.

Rithøvundafelag Føroya skipar aftur fyri upplestri av tekstum hjá rithøvundum í Sirkus í Vágsbotni í Havn. Tiltakið verður leygarkvøldið 30. mai, kl. 21.00, har høvið verður at hoyra Simonu Midjord, Ludvík á Brekku og Sámal Soll lesa egnar tekstir.

 

Hetta verður fyrsta upplestratiltakið, sum felagið skipar fyri í ár. Í fjør skipaði felagið fyri 7 upplestrartiltøkum í Sirkus Føroyar, sum øll vóru væl vitjað.

 

Nývaldi formaðurin í Rithøvundafelagnum, Ludvík á Brekku, sigur, at felagið miðar eftir at skipað verður fyri minst einum upplestrartiltaki um mánaðin.

- Hetta hevur verið eitt sera vælumtókt tiltak undanfarin ár, tí hetta er eitt gott høvi bæði hjá limum okkara og debutantum at lesa sínar tekstir fyri áhoyrarum í einum hugnaligum og óhátíðarligum umhvørvi, sigur Ludvík á Brekku, formaður í Rithøvundafelagi Føroya.