Samrøða: Mpiri tók Christiansborg á bóli

Tað eru allarhelst ikki nógv, sum ikki hava hoyrt um kórið Mpiri. Kórið hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg, og tað gjørdu tey aftur í gjárkvøldið, tá ið tey framførdi á Christiansborg í samband við Mentanarnáttina í Keypmannahavn. Umframt eina ørgrynnu av føroyskum áhoyrarum, vóru eisini kend donsk andlit at síggja í føroyska rúminum. Eitt nú Johanne Schmidt Nielsen og Lars Barfoed nýttu høvið at hoyra føroyskar tónar.

 

Í gjárkvøldið bjóðaðu Edmund Joensen og Sjúrður Skaale til eitt føroyskt mentanarkvøld á Christiansborg í samband við mentanarnáttina í Keypmannahavn, sum er ein fastur táttur.

 

Bogi Mouritsen og hinir sangfuglarnir úr Mpiri komu syngjandi inn í hølið á Christiansborg, og framførdu síðani fleiri løg, sum vóru sera væl móttikin.

 

Bogi Mouritsen er formaður í Mpiri. Hoyr samrøðuna við hann her: