Skjóta fyri brúðarpari

Gamli siðurin at skjóta fyri brúðarpari stendur enn høgt í metum í Nólsoy.

Gamli siðurin at skjóta fyri brúðarpari stendur enn høgt í metum í Nólsoy.

 

Klokkan trý í dag varein brúðarvígsla í Nólsoyar kirkju, har Tórun og Jan Hansen søgdu ja til hvønn annan.

 

Jan Hansen er nólsoyingur, meðan nýggja konan kemur úr Havn. Jan hevur i mong ár verið formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag, og limir í felagnum settu eisini sín dám á dagin.

 

Og so sjálvandi skjúttarnir. Teir vóru einir 20 í tali, og tað er gamal siður, at skjóta yri brúðarpari - serliga, tá komið verður úr kirkjuni.

 

Gamli siðurin stavar frá, at skotið skuldi verða fyri brúðarparinum at styggja allar óndar megir burtur, og tí var skotið frá kirkjuni og í nýggja heimið hjá teimum nýgiftu.

 

Og sum siður eisini er, fingu skjúttarnir ein upp í nevið, tá brúðarparið var komið til húsar heim.