Vit eiga tí, at arbeiða meira tilvitað fyri, at stimbra uppundir íverksetan. Fyri at ala fram ein betri íverksetarahugburð, er umráðandi at byrja tíðliga og tí er ein eyðsýndur møguleiki at byrja í fól [...] frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótandi og fyrimyndir. Arbeitt verður tilvitað fyri at skapa karmar soleiðis, at góð hugskot ikki detta niðurfyri [...] øðrum framkomnum londum er man tilvitaður um, at íverksetan hevur stóran týdning fyri máttin og vøksturin í búskapinum. Tað er í nýggjum virkjum og fyritøkum, at nýggj hugskot koma undan kavi og verða roynd
fingu fleiri túsund amerikanskir hermenn í 3. herdeildini í Irak at vita, at teir noyðast at verða verandi í Irak fyribils. Ætlanin var, at hermenninir skuldu fara aftur til USA nú, men tað verður av ongum [...] USA hevur roynt at fáa onnur lond at senda hermenn til Irak, men tað hevur gingið striltið. Kroatia hevur játtað at senda 60 servandar hermenn hagar. Ein áheitan á fronsku stjórnina um at gera tað sama gav [...] áhaldandi iraksku álopini, sum hava noytt herleiðsluna at útseta heimferðina hjá hermonnunum. Hetta saman við tí ótolandi hitanum, sum er oman fyri 40 stig at kalla hvønn dag, hevur tikið stríðsviljan frá nógvum
visti at fyritøkan var samstarvspartnari hjá NCC, ið átti lægsta tilboð og fekk arbeiðið at gera sjálvan tunnilin. ? Eg kann siga tað soleiðis, at tað fyri okkum ikki var eitt minus í rokningini, at NCC [...] málið. Hann sigur kortini, at okkurt fer at koma frá fyritøkuni í næstum. Økisstjórin hjá NCC Danmark, Niels Larsen, vil heldur ikki leggja seg út í nakað stríð. Men váttar, at byggirisin NCC hevur fult [...] NCC júst hevði valt Byggitek at hjálpa sær við arbeiðnum, sigur nevndarformaðurin í p/f Vágatunlinum Klæmint Weihe. Nevndarformaðurin sigur víðari, at tað hevur hent fyrr, at næstlægsta tilboð er tikið framum
hevur nakað væl av sílum, so rímiligt fer tað at merkjast á úrslitinum, sigur stjórin. Men hann sigur, at tað fer kortini ikki at gera, at teir fara at gevast at ala síl. [...] fti í løtuni sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks, at sílaprísurin sær út til at fara at lækka munandi. Í Japan vænta teir, at lækkingin fer at verða eini 20 prosent. Og tað er øgiliga nógv. Vestlaks [...] einar seks milliónir krónur, sigur stjórin. Hann sigur, at tað hava verið gjørdar stórar íløgur seinnu tíðina, men at tær hava verið neyðugar, og at pláss hevur verið fyri teimum, sum hann tekur til. Um
lógardeildini í Tinganesi, at Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn og tveir pápar í Havn, skuldu fáa svar uppá kærurnar, sum vórðu sendar í fjør. Tað var miðskeiðis í november í fjør, at Foreldrafelagið, kærdi [...] Kommunala Eftirlitið fyri at gjalda út kontantstuðul til foreldur uttan at hava lógarheimild. Og nakað um somu tíð kærdu tveir pápar í Havn Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at umsita bíðilista, upptøku [...] tíð var gingin til at fáa kærurnar avgreiddar. Tær vóru ikki so einfaldar at avgreiða, segði hann, og lovaði svar innan eina viku. Tann vikan er nú farin, og nú skilst, at svar kemur í seinasta lagi í
Nú eru fleiri mál at hoyra og ilt er hjá tí, ið kemur beint inn í eitt mál, at vita, hvat tað snýr seg um, heldur løgtingsformaðurin. Hann vísir í hesum sambandi á, at ætlanin er, at dagsskrá løgtingsins [...] varpanin er ein væleydnað roynd og at hetta er komið fyri at verða. Finnbogi Ísakson væntar, at føroyingar seinni í vetur fáa møguleikan at síggja myndir úr tinginum, men hetta er ein spurningur um tøkniligar [...] Hann heldur, at hetta er eitt tilboð til borgaran og at tað sjálvsagt velst eitt sindur um málini, ið eru á dagsskránni, hvat einstaki borgarin fær burturúr. - Vanliga hevur eitt mál verið at hoyrt í senn
og møguleikin at útvega nýggjar inntøkur. Hann spyr eisini um sambandið við tað víðu verð. Her er at siga, at tað tekur ár at byggja upp eina uttanríkistænastu, og tí er tað neyðugt fyrst at fáa eina avtalu [...] enn vit hava, og teir høvdu ongan danskan statsstuðul í skipanini. Men at vit kortini bera saman er fyri at vísa, at tað ber til at finna eina skilagóða loysn, har í hesum føri Ísland fær fult sjálvstýri [...] Hvussu við útbúgvingum í Danmark? Tað er eingin ætlan at skerja rættin hjá føroyingum at lesa í Danmark. Sum longu nevnt halda vit tað er rætt at miða ímóti einum felags ríkisborgararætti hjá føroyingum
eisini at at bjóða uppá arbeiði aðrastaðni. Teir fara at bjóða uppá arbeiði í norðuratlantshavinum. Tað er serliga innanfyri dýping, J&K Petersen ætlar at satsa. Ætlanin er í nærmastu framtið at bjóða uppá [...] og í Havn. Mánadagin fekk J&K-Petersen at vita, at teir skulu rokna við at fáa enn eitt arbeiði í Íslandi. Teir hava lægsta tilboð, so tað er næstan heilt vist, at teir fáa hetta arbeiði. J&K-Petersen var [...] Av tí at Ísland hevur ein EBS-sáttmála við ES, eru teir noyddir til at bjóða arbeiðini út í ES. Hetta er eitt dýpingararbeiði í bygdini Sandgerði. Teir skulu dýpa 5000 m2 av havnini. Hetta fer at geva arbeiði
tí fer áhugin at gera »oljukanningar« í føroyskum sjóøki at økjast. Politikarar hava alment sagt, at tað verður ikki so leingi áðrenn fyrstu kanningarloyvini verða givin, og tí ræður um, at verða til reiðar [...] umframt at viðkomandi skal hava holla frálæru í teimum arbeiðsuppgávum hann kemur at arbeiða við. Ein av uppgávunum hjá fiskiveiðiumboðnum verður at geva eina dagliga fráboðan um hvar skipið fer at gera kanningar [...] holt við at gera tær fyrireikingar sum skulu til. Teir hava tí gjørt av, at Djóni Weihe burturav skal taka sær av forkanningarøkinum í vár- og summarhálvuni. Ein av arbeiðsuppgávum hansara verður at góðkenna
tekniska niðurstøðan er, at tað verður ómetaliga trupult at leggja at á Drelnesi upplýsir Signar Heinesen, leiðari á havnadeildini hjá Landsverkfrøðingsstovninum. -Norrøna sleppur bert at á Drelnesi í besta [...] onnur skip sum Churchill og Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni. Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling í [...] upplýsingum hann hevur biðið um. -Eg dugi ikki at síggja nakrar trupulleikar at sigla uppá Tvøroyri. Við einum góðum vilja skal tað nokk ganga sigur hann og vísir á, at skip sum Líðartindur, sum var størri og