Í farnu viku lovaði Søren Pram Sørensen á Kommunala Eftirlitinum á lógardeildini í Tinganesi, at Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn og tveir pápar í Havn, skuldu fáa svar uppá kærurnar, sum vórðu sendar í fjør. Tað var miðskeiðis í november í fjør, at Foreldrafelagið, kærdi Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at gjalda út kontantstuðul til foreldur uttan at hava lógarheimild. Og nakað um somu tíð kærdu tveir pápar í Havn Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at umsita bíðilista, upptøku til dagstovn og dagrøkt í stríð við galdandi rætt.
Gott og væl sjey mánaðir eru gingnir síðani, at báðar kærurnar komu á borðið hjá Kommunala Eftirlitinum í Tinganesi. Tey, ið hava kært, hava fleiri ferðir rykt eftir svari. Í farnu viku viðgekk Søren Pram Sørensen í blaðnum, at ov long tíð var gingin til at fáa kærurnar avgreiddar. Tær vóru ikki so einfaldar at avgreiða, segði hann, og lovaði svar innan eina viku. Tann vikan er nú farin, og nú skilst, at svar kemur í seinasta lagi í dag.
Tað er einki at siga til, at fólk bíða spent eftir úrslitininum, ið Kommunala Eftirlitið kemur fram til viðvíkjandi kæruni hjá Foreldrafelagnum um kontantgjaldið. Avgerðin kann fáa ávirkan á, um gjaldið, sum Foreldrafelagið av fyrstan tíð hevur ynskt avtikið, verður verandi ella tikið burtur.
Tórshavnar býráð hinvegin tvíheldur um, at tað hevur heimild at gjalda út kontantstuðul. Býráðið veitti líknandi styrk í 1988 og boðaði landsstýrinum frá. Og tá fyrilá einki um, at býráðið ikki hevði loyvi til tess.