Summarið er í hondum og við tí fer áhugin at gera »oljukanningar« í føroyskum sjóøki at økjast.
Politikarar hava alment sagt, at tað verður ikki so leingi áðrenn fyrstu kanningarloyvini verða givin, og tí ræður um, at verða til reiðar, vinnuliga eins og fyrisitingarliga.
Á Vaktar- og Bjargingartænastuni eru teir tí í holt við at gera tær fyrireikingar sum skulu til.
Teir hava tí gjørt av, at Djóni Weihe burturav skal taka sær av forkanningarøkinum í vár- og summarhálvuni.
Ein av arbeiðsuppgávum hansara verður at góðkenna tey føroysku fiskiveiðiumboðini sum skulu verða við forkanningar- og seismikkførum.
Til hetta endamál er gjørd ein nýggj reglugerð.
Fiskiveiðiumboðini verða sett av Vaktar- og Bjargingartænastuni, men tað verða kanningarfeløgini sum bera kostanaðin av at hava teir umborð.
Krøv til førleika
og til frálæru
Tað verður ikki ein og hvør, sum sleppur umborð at arbeiða sum fiskiveiðiumboð.
Krøvini eru millum onnur, at viðkomandi minst skal hava ubúgving sum skipari og skal hava silgt í nøkur ár.
Harafturat skal viðkomandi eisini kenna til seismiska datainnsavning.
Í reglugerðin verður eisini ásett, hvørjar heimildir fiskivinnuumboði hevur umborð, umframt at viðkomandi skal hava holla frálæru í teimum arbeiðsuppgávum hann kemur at arbeiða við.
Ein av uppgávunum hjá fiskiveiðiumboðnum verður at geva eina dagliga fráboðan um hvar skipið fer at gera kanningar. Hesar upplýsingar skulu m. a. brúkast í telefontænastuni, sum Vaktar- og Bjargingartænastan setur í verk til fiskimenn at brúka.
Tað eru Oljufyrisitingin og V&B, sum hava gjørt reglugerðina og Djóni Weihe sigur, at samstarvið tvørtur um stýrini hevur verið fyrimyndarligt.