NCC Vágar konsortiið hevur ongar trupulleikar við at brúka Byggitek sum samstarvspartnara, men p/f Vágatunnilin sær eitthvørt ivasamt í hesi fyritøku. Í hvussu so er slapp Byggitek ikki at gera vegirnar, hóast fyritøkan átti lægsta tilboðið.
Stjórin á Byggitek, Tummas Sørensen, hevur ongar viðmerkingar til málið. Hann sigur kortini, at okkurt fer at koma frá fyritøkuni í næstum.
Økisstjórin hjá NCC Danmark, Niels Larsen, vil heldur ikki leggja seg út í nakað stríð. Men váttar, at byggirisin NCC hevur fult álit á Byggitek.
? Vit koma saman við Byggitek at loysa uppgávu okkara í felag, sigur Niels Larsen.
Óvanlig mannagongd
Tað var út frá eini heildarmeting, at fyritøkan J. K. Petersen við næstlægsta tilboði varð tikin framum. P/f Vágatunnilin vrakaði sostatt Byggitek, men visti at fyritøkan var samstarvspartnari hjá NCC, ið átti lægsta tilboð og fekk arbeiðið at gera sjálvan tunnilin.
? Eg kann siga tað soleiðis, at tað fyri okkum ikki var eitt minus í rokningini, at NCC júst hevði valt Byggitek at hjálpa sær við arbeiðnum, sigur nevndarformaðurin í p/f Vágatunlinum Klæmint Weihe.
Nevndarformaðurin sigur víðari, at tað hevur hent fyrr, at næstlægsta tilboð er tikið framum.
? Men tað skerst ikki burtur, at hetta er alt annað enn vanlig mannagongd. Men tað var sum sagt ein heildarmeting, ið fekk okkum at taka hesa óvanligu avgerð, sigur Klæmint Weihe.
Og talan er um eina rættiliga óvanliga avgerð. Tað váttar í øllum førum Niels Larssen, økisstjóri hjá NCC Danmark, ið hevur verið við til hópin av slíkum útbjóðingum í Europa.











