Mánadagin fingu fleiri túsund amerikanskir hermenn í 3. herdeildini í Irak at vita, at teir noyðast at verða verandi í Irak fyribils. Ætlanin var, at hermenninir skuldu fara aftur til USA nú, men tað verður av ongum. Tað sama er galdandi fyri túsundtals aðrar hermenn.
Tað eru tey áhaldandi iraksku álopini, sum hava noytt herleiðsluna at útseta heimferðina hjá hermonnunum. Hetta saman við tí ótolandi hitanum, sum er oman fyri 40 stig at kalla hvønn dag, hevur tikið stríðsviljan frá nógvum av hermonnunum.
- Vit hava tríggjar ferðir fingið at vita, at vit skulu heim, men hvørja ferð er heimferðin útsett í óásetta tíð. Okkara deild kom til Flógvan í september í fjør. Nú tíma vit ikki longur, segði ein sersjantur í einari sjónvarpssamrøðu týsdagin. Hann greiddi eisini frá, at hansara deild hevur mist 37 mans í krígnum.
Í einari aðrari sjónvarpssamrøðu fyrradagin søgdu nakrir hermenn, sum ikki vildu nevnast við navni, at teir vilja sleppa heimaftur. Ein teirra segði, at summir hermenn vildu fegnir verið særdir, tí so sleppa teir til USA.
Avgerðin at útseta heimferðina hjá hermonnunum fekk eisini øði í irakar, tí teir vilja hava amerikansku hermenninar av landinum sum skjótast, skrivar Reuters-tíðindastovan.
USA hevur roynt at fáa onnur lond at senda hermenn til Irak, men tað hevur gingið striltið. Kroatia hevur játtað at senda 60 servandar hermenn hagar. Ein áheitan á fronsku stjórnina um at gera tað sama gav einki úrslit, tí franska stjórnin vil ikki senda hermenn til Irak, fyrr enn viðurskiftini eru vorðin tryggari.