Umframt tey, ið ringdu inn, vóru eisini nøkur, sum sendu okkum spurningar um faxið. Ein teirra var Edvard Nielsen í Tórsbyrgi í Havn. Hann spurdi, um tað ber til at bera saman íslendsku skipanina frá 1918 við Føroyar.
? Tað er greitt, at íslendska samfelagið, sum tað var í 1918, als ikki kann berast saman við føroyska samfelagið í dag. Íslendska sambandið við Danmark var ikki tað sama, sum vit hava í dag, tí teir í veruleikanum høvdu yvirtikið fleiri øki, enn vit hava, og teir høvdu ongan danskan statsstuðul í skipanini. Men at vit kortini bera saman er fyri at vísa, at tað ber til at finna eina skilagóða loysn, har í hesum føri Ísland fær fult sjálvstýri, men samstundis hevur eina avtalu við Danmark.
Hvussu við útbúgvingum í Danmark?
Tað er eingin ætlan at skerja rættin hjá føroyingum at lesa í Danmark. Sum longu nevnt halda vit tað er rætt at miða ímóti einum felags ríkisborgararætti hjá føroyingum og dønum, so føroyingar kunnu lesa í Danmark og danir í Føroyum. Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar at lesa í øðrum londum.
Hann spyr síðani um vælferðina.
? Tað stutta svarið er, at tað verður longdin ella dygdin á skiftistíðini, sum verður avgerandi fyri, um vælferðin verður skerd og møguleikin at útvega nýggjar inntøkur.
Hann spyr eisini um sambandið við tað víðu verð. Her er at siga, at tað tekur ár at byggja upp eina uttanríkistænastu, og tí er tað neyðugt fyrst at fáa eina avtalu í lag við danir, hvussu vit kunnu nýta teirra uttanríkisverk.