"Ótrúlegasti lokakafli sem ég hef séð" (Mest ótrúligi dystarendin eg nakrantíð havi sæð). Soleiðis lýsti frásøgumaðurin hjá RÚV, Gunnar Birgisson dystarendan Serbia-Føroyar 31-31 (16-14).
Eins og teir á danska TV2 fegnaðust íslendingar eisini um góða føroyska avrikið og úrslitið.
HER ber til at síggja og hoyra dystarendan Serbia-Føroyar við Gunnari Birgissyni, sum frásøgumanni.
Her eru annars yvirskriftirnar hjá norska VG, danska BT, týska miðlinum, Handball World um føroyska HM-bragdið, umframt yvirskriftin hjá RÚV:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Serbia-Føroyar 31-31 (16-14)
Føroyar: Jana Mittún 10/11, Pernille Brandenborg 6/10, Súna Krossteig Hansen 5/7, Lív Sveinbjørnsdóttir 4/6, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4/6, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1/2, Elsa Egholm 1/1.
Málverjar: Annika Fríðheim Petersen 3/18, Rakul Wardum 3/18.















