Dagfinn Olsen
Fyri stuttum byrjaði Sjónvarp Føroya at senda frá løgtingsfundum. Enn fæst tó bert ljóðið inn í stovuna, men væntani verður bøtt um hetta.
- Eg haldi tað hevur eydnast væl og fólk, eg havi prátað við, hava sum heild verið nøgd, sigur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður.
Hann heldur, at hetta er eitt tilboð til borgaran og at tað sjálvsagt velst eitt sindur um málini, ið eru á dagsskránni, hvat einstaki borgarin fær
burturúr.
- Vanliga hevur eitt mál verið at hoyrt í senn, tá t. d. Útvarpið hevur sent úr løgtinginum. Tað kann hava verið løgmansrøðan ella fíggjarlógin. Nú eru fleiri mál at hoyra og ilt er hjá tí, ið kemur beint inn í eitt mál, at vita, hvat tað snýr seg um, heldur løgtingsformaðurin.
Hann vísir í hesum sambandi á, at ætlanin er, at dagsskrá løgtingsins skal vera til taks í tekstvarpinum og longu nú er hon á internetinum og ætlandi fáa fólk eisini okkurt at vita, um tey ringja 31 15 30.
Mynd seinni í vetur
Uppá fyrispurning, um varpanin úr tinginum setur størri krøv til tingmenn, sigur Finnbogi Ísakson, at tað altíð hevur verið kravt av tingmonnum, at teir málbera sømiliga.
- Men sjálvsagt er vandin fyri atfinningum, kritikki, størri nú, um tingmenn ikki eru høviskir og málbera seg sømiliga, heldur tingformaðurin.
Hann sigur, at varpanin er ein væleydnað roynd og at hetta er komið fyri at verða.
Finnbogi Ísakson væntar, at føroyingar seinni í vetur fáa møguleikan at síggja myndir úr tinginum, men hetta er ein spurningur um tøkniligar møguleikar, men hetta er sambært løgtingsformanninum ætlanin.