Íverksetan og nýhugsan

Føroyar skulu mennast til at vera eitt áhugavert stað hjá virkisfúsum fólki at byrja nýggja vinnu

Í øðrum framkomnum londum er man tilvitaður um, at íverksetan hevur stóran týdning fyri máttin og vøksturin í búskapinum. Tað er í nýggjum virkjum og fyritøkum, at nýggj hugskot koma undan kavi og verða roynd.

Í londum sum Íslandi, Danmark, Írlandi og USA verða fólk frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótandi og fyrimyndir. Arbeitt verður tilvitað fyri at skapa karmar soleiðis, at góð hugskot ikki detta niðurfyri, men ístaðin verða ment og handilsgjørd.

Føroyska fólkið er kreativt og dugur væl, at finna uppá. Serliga innan fyri tær kreativu vinnunar og innan tónleikin hava vit seinastu árini sæð nógvar spírar spretta fram, sum vit sum tjóð kunnu verða erin av. Men eisini innan aðrar vinnur spretta spírar og hugskotini eru mong.

Vit eiga tí, at arbeiða meira tilvitað fyri, at stimbra uppundir íverksetan. Fyri at ala fram ein betri íverksetarahugburð, er umráðandi at byrja tíðliga og tí er ein eyðsýndur møguleiki at byrja í fólkaskúlanum.

Somuleiðis skulu íverksetarar fáa betur atgongd til váðafúsan kapital og nýggj fíggjaramboð skulu geva íverksetarum betri møguleika at fáa kapital til hugskot síni. Almennu byrðurnar skulu gerast einfaldari við nýggum loysnum og miðvísari ráðgeving. Ein íløgukonto skal gera tað lættari hjá íverksetarum at spara saman til egið virkið. Somuleiðis, sum vinnulóggáva og aðrar lógir, sum hava týdning fyri umstøðurnar hjá íverksetarum, verða smidliggjørdar og dagførdar eftir altjóða leisti.

Hetta er eitt mál, sum komandi samgonga eigur at raðfesta høgt soleiðis, at ítøkilig úrslit náast. Hesum vil eg arbeiða fyri.