Vit skulu sjálvandi hava tað søguliga í huga, at arbeiðsloysisskipanin varð gjørd í ringastu krepputíð í Føroyum, og at skipanin var ein neyðsemja millum so ymiskar flokkar sum Javanaðarflokkin og Fól [...] skipanin er gjørd so samhaldsføst, at goldið verður í skipanina eftir inntøku, meðan øll fáa í mesta lagi eins nógv úr skipanini, er sjálvandi nakað, vit í dag kunnu seta spurningin við. Tað er sjálvsagt gott [...] dugir hann so sera væl at bera sín boðskap fram í almenna kjakinum – nakað, sum so mong onnur fólk í leiðandi størvum eisini áttu at gjørt. Formaðurin í búskaparráðnum reisir eisini spurningin, um tað
at tann ætlanin heldur fram eftir upprunaliga leistinum. Vit hava í dag 17 tunlar í Føroyum. Tey vóru helst fá, sum ímyndaðu sær fyrst í sekstiárunum, at Føroya land og Føroya firðir skuldu verða so nógv [...] sum liggur langt frammi í tíðini – og at tey heldur vilja leggja pengar til viks til tunnil, enn at byggja nýtt skip til kalsoyarsiglingina. Sjálvandi liggur hetta langt frammi í tíðini, og orrustan um [...] ætlanini um Sandoyartunnilin í nógv tey næstu árini – men vit eiga tó at leggja ætlanir, sum kunnu gjøgnumførast við tíðíni. Hvar Skálafjarðartunnilin er endaður, er sera ógreitt í hesum døgum, men mangt bendir
Ongin kann longur vera í iva um, at politiska mandatið hjá formanninum í Javnaðarflokkinum til at skipa og standa á odda fyri stjórn í Føroyum er uppbrúkt. Orsøkin er púra uppløgd og sjónlig fyri øll: [...] fyri demokratisku spælireglunum? Virðingin fyri veljarunum? Í øðrum londum høvdu politiskir leiðarar verið so mikið at sær komnir, at teir í slíkum umstøðum og eftir slíkar útmeldingar høvdu lagt frá sær [...] i at skipa samgongu. Demokratisku spælireglurnar mugu ikki tambast í tann mun, tær nú eru tambaðar. Markið er rokkið, og formaðurin í Javnaðarflokkinum má ásanna hetta nú.
alivinnuna, Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, er ikki ósamdur við russum í, at ikki øll viðurskifti hava verið í lagi, tá russisku kanningarfólkini vitjaðu í mei. Tað sum hinvegin ger hann bilsnan [...] kosta vinnuni einar 10 mió. krónur árliga. Tað finnast seks sláturvirkir í Føroyum. Tey liggja í Kollafirði, á Strondum, Glyvrum, í Klaksvík, Sørvági og Vági. [...] skeivleikarnar, áðrenn bannið kemur í gildi. - Vanligt er, at man tekur ein fund aftan á fyri at viðgera tey punktini, sum eru at finnast at. Ein slíkur fundur kom ongantíð í lag, tí russarnir søgdu, at teir
einstakur politiskur flokkur at melda klárt út í hesum fyri land okkara so sera týðandi og álvarsliga máli. Hoyrdi í útvarpinum í morgun, at forkvinnan í “Hugsa” (fólkaflokksungdómur) um eg hoyrdi rætt [...] rokning, at tíðin er komin at skrásett parlag verður loyvt í Føroyum. So her sæst týðiliga, at tann stóra skommin – 266B- sum Tjóðveldið bar niðan í løgtingið og bleiv samtykt, og sum nøkur tingfólk søgdu [...] gloymir so skjótt, og tíverri er ikki einki í tí, men eg vænti ikki, at veljarin hevur gloymt nakað og nakran í hesum máli. Tað fer nok at vera eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum, hvørjir flokkar og hvørjir
Omma er havnafólk við stórum H. Omma er uppvaksin í Hornabø, í tí fyrr so hugnaliga húsinum við tí sera vakra urtagarðinum - sum í dag er Eik í Hornabø. Tað var eisini her hon møtti abba okkara, ein sjarmørur [...] røntgensjúkrasystur við mammugrafi sum serøki í Føroyum. Góða fitta omma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum, gleða okkum til fríggjakvøldið at koma í føðingardag hjá tær. Heilsan ommubørnini [...] eru heppin at eiga verðins bestu ommu og abba. Sum ung búðu tey í Vági, har foreldur okkara hava havt síni barnaár, við nógvum góðum minnum. Í 1968 fluttu tey aftur til Havnar til tað góða húsið við Velb
av skilamanni úr Lamba, búsitandi í Vágum, at menn við Skálafjørðin ikki kundu fara í torv í fleiri vikur, so nógvur mjørki var á eysturættini. Sama ger seg galdandi í Tórshavn, har valla sæst ímillum húsini [...] fyribrigdi, óansæð hvar í Føroyum tú er staddur. Og harafturat um ein metir útfrá tí orðaskifti, ið fram er farið ímillum leikmenn eins og serfrøðingar á økinum, so fer ein at ivast í, um tað yvirhøvur er [...] turbulens, bæði á Glyvursnesi, á Skorðhædd og í Vágum. PS. Tað er ein loddrøtt loygn, tá T. Jacobsen gevur lesarum ta fatan, at tað bert eru flogførini ið Atlantic hevur í løtuni, ið kunnu nýtast á Føroyaleiðini
Tað kann vera torført hjá øllum teimum mongu í Føroyum, sum hoyra illa at vita hvønn tey skulu velja á løgtingsvalinum, tí tey fáa ikki fylgt við í orðaskiftinum Hvussu skulu tey, sum hoyra illa, vita [...] nú roynir at seta ljóskastaran á í sambandi við, at valstríðið til løgtingsvalið verður harðari og harðari fyri hvønn dag, sum gongur. - Tað er torført at fáa innlit í politisk viðurskifti, tá hoyrnin [...] áhugi byrjar í nærumhvørvinum og tí eiga allir býráðssalir at hava hoyrnarlykkju! - Umleið tíggindi hvør føroyingur hoyrir ikki nóg væl og talið er vaksandi. Hoyrnarlykkja eigur sjálvandi at vera í tingsalinum
munagóðar broytingar innan náttúru- og umhvørvislóggávu og -fyrisiting í Føroyum. Evnini, sum Lívfrøðingafelagið hevur valt at seta í focus á Trapputinginum, eru burðardygg veiða, friðing av koralløkjum [...] vitanin hjá lívfrøðingum verður tikin í brúk í allari samfelagsmenningini. Lívfrøðingafelagið skipar regluliga fyri fyrilestrum fyri limunum og øðrum áhugaðum. Í nevndini eru: Jóhannis Danielsen, formaður [...] fokus á umhvørvi og náttúru í valstríðnum, fer tað vónandi at verða lættari at vita hvørjir flokkar hava visjónir og evni til at føra ein skilagóðan náttúru- og umhvørvispolitikk í komandi valskeiði. Eisini
um kollektivu ferðsluna í Føroyum eru ótríðarhóskandi, og at teir ikki eru endurskoðaðir tey seinastu 20 árini. Tað er neyðugt, at virksemið innan kollektiva ferðslu verður lagt í støðugar karmar soleiðis [...] Í síðstu viku lat Strandferðslan landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm eina drúgva frágreiðing um Bygdaleiðir, har stovnurin mælir landsstýrismanninum sum skjótast at fyrireika formligar [...] m, sum frágreiðingin kallast. Í arbeiðsbólkinum hava umframt Reidar Nónfjall, stjóri eisini sitið Heri Joensen fólkaflutningleiðari og Helgi Nielsen, roknskaparleiðari. Í frágreiðingini sigur Strandferðslan