Skrásett parlag? Hvar standa flokkarnir sum flokkur, og ikki sum einstaklingar?

Nú í løgtingsval stendur fyri framman tann 19. í hesum mánaðium, hevði tað veri gott fyri allar veljarar landsins at vita, - hvar politisku flokkarnir standa í hesum sera álvarsliga máli – tí tað er óv grunt og óverdugt fyri flokkarnar at siga, at hvør einstakur valdi politikkari stendur fríur í einum so týdningarmiklum máli

Her mugu flokkarnir út úr brennandi tornarunninum – og tóna reint flagg - alt annað er eitt slag av bóndafangarí av veljaranum fyri at fáa atkvøður til at útinna nakað sum veljarin als ikki vil vera við til. Ein atkvøða til ein persón sum eg veit – ikki gongur inn fyri skrásettum parlagi – kann lættliga fara til ein annan persón, sum 100% gongur inn fyri skrásettum parlagi - tí persónurin sum eg valdi, kom akkurát ikki inn.

Júst tí eigur hvør einstakur politiskur flokkur at melda klárt út í hesum fyri land okkara so sera týðandi og álvarsliga máli.

Hoyrdi í útvarpinum í morgun, at forkvinnan í “Hugsa” (fólkaflokksungdómur) um eg hoyrdi rætt, segði fyri egna rokning, at tíðin er komin at skrásett parlag verður loyvt í Føroyum.

So her sæst týðiliga, at tann stóra skommin – 266B- sum Tjóðveldið bar niðan í løgtingið og bleiv samtykt, og sum nøkur tingfólk søgdu og mettu um, bert var byrjanin, var røtt.

Vanligi politikkarin heldur nok, at veljarin gloymir so skjótt, og tíverri er ikki einki í tí, men eg vænti ikki, at veljarin hevur gloymt nakað og nakran í hesum máli. Tað fer nok at vera eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum, hvørjir flokkar og hvørjir persónar stóðu fyri hesari størstu skommini sum samtykt er á løgtingi, - sá á HYPERLINK "http://www.logting.fo" www.logting.fo hvørji tey vóru, so tað er lætt at fylgja við ídag.

Mær vitandi er tað bert ein flokkur (Miðflokkurin - sum flokkur og ikki einstaklingar) sum hevur TORAÐ at tónað reint flagg í hesum máli - hví tora hinir flokkarnir ikki at gera tað sama?

Gott Nýggjár við ynskjum um eitt gott og etiskt val.