Í kvøld var fjórðingsfinala í donsku steypakappingini í hondbólti hjá monnum, ið samstundis var ein H71-Kyndil uppgerð.
Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG tók í Arena Svendborg høllini móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara í Skanderborg-Aarhus.
Tað endaði við einum 31-28 sigri til GOG til mikla gleði fyri heimafjøldina. Í steðginum var GOG á odda 16-14.
Óli og Jóhan avrikaðu væl í kvøld. Óli skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál (assist). Hjalte Lykke var við 10 málum og fýra uppleggum til mál aftur flúgvandi fyri GOG í kvøld.
Jóhan skoraði 10 mál upp á 14 málroyndir, og gjørdi sítt at vinna harða hjartað hjá Nikolaj Jacobsen, ið kunnger danska EM-hópin fyrsta dagin. Jóhan var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Skanderborg-Aarhus í kvøld.
Í hálvfinaluni í FINAL FOUR 14. februar møtir GOG krútsterka oddaliðnum í bestu deildini, Aalborg. Men tað er ofta í steypakappingum, at tey stóru yvirraskilsini koma fyri. So lat okkum vóna, at hetta verður dagurin hjá GOG.
Hin hálvfinalan verður millum TMS Ringsted og Sønderjyske.
HER ber til frá TV2 at síggja ein samandrátt frá dystinum GOG-Skanderborg 31-28 (16-14). Góð mál hjá Jóhan og upplegg til mál hjá Óla síggjast í samandráttinum.










