Omma er havnafólk við stórum H. Omma er uppvaksin í Hornabø, í tí fyrr so hugnaliga húsinum við tí sera vakra urtagarðinum - sum í dag er Eik í Hornabø. Tað var eisini her hon møtti abba okkara, ein sjarmørur úr Vági, sum kom til Havnar at ganga á Sjómansskúla og hava tey bæði omma og abbi fyri stuttum hildið gullbrúdleyp. Og sigast má, at vit eru heppin at eiga verðins bestu ommu og abba.
Sum ung búðu tey í Vági, har foreldur okkara hava havt síni barnaár, við nógvum góðum minnum. Í 1968 fluttu tey aftur til Havnar til tað góða húsið við Velbastaðvegin, har hurðin altíð er opin, har er trygt og gott at koma á vitjan. Omma er ófør at baka, hon eigur altíð okkurt gott og so hava tey bæði altíð tíð at práta og ikki minst - at lurta. Tey fylgja við øllum tí, vit ommubørn gera, líka mikið hvar vit eru ella hvat vit gera, skúla, útbúgving, ítrótt o.s.v.
Omma hevur eisini verið ein eldsál í ítrótti, og serliga hevur Neistin staðið hennara hjarta nær, okkurt føroyameistaraheiti hevur hon eisini vunnið, so tað er ikki frá fremmandum, at 9 av 11 ommubørnum spæla hondbólt í Neistanum.
Omma hevur fleiri áhugamál, eitt er Tilhaldið, har hon gongur til fimleik og ikki minni enn tveir bindiklubbar, ein bindiklubbur er mannaður av »gomlum« røntgensjúkrasystrum, tær práta eisini og fylgja væl við, hvør menning er á teirra øki - serliga er tað mammografi, ið hevur ommusa áhuga - omma var fyrsta røntgensjúkrasystur við mammugrafi sum serøki í Føroyum.
Góða fitta omma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum, gleða okkum til fríggjakvøldið at koma í føðingardag hjá tær.
Heilsan ommubørnini









