Nú valstríðið er byrjað, og umhvørvi og náttúra mest sum dagliga verða brúkt sum valagn, fara Lívfrøðingafelagið og Miðlahúsið at skipa fyri einum pallborðsfundi, har eitt umboð úr hvørjum flokki fær høvi at greiða nærri frá og svara spurningum um umhvørvi og náttúru.
Náttúra og umhvørvi til viðgerðar á Trapputingi 9. januar 2008, kl. 19.30
Á Trapputinginum sleppa flokkarnir at føra teirra sjónarmið fram og greiða frá, hvørjar ætlanir teir hava um at fremja munagóðar broytingar innan náttúru- og umhvørvislóggávu og -fyrisiting í Føroyum.
Evnini, sum Lívfrøðingafelagið hevur valt at seta í focus á Trapputinginum, eru burðardygg veiða, friðing av koralløkjum, vantandi kemikaliulóggáva, CO2 og veðurlagsbroytingar og grøn avgjøld.
Við at seta fokus á umhvørvi og náttúru í valstríðnum, fer tað vónandi at verða lættari at vita hvørjir flokkar hava visjónir og evni til at føra ein skilagóðan náttúru- og umhvørvispolitikk í komandi valskeiði.
Eisini vónar Lívfrøðingafelagið, at pallborðsfundurin kann økja møguleikarnar fyri at givin vallyftini innan umhvørvi og náttúru, ikki verða gloymd, men hildin!
Trapputingið verður sent beinleiðis á Rás 2. Innan pallborðsfundin fer Sosialurin at hava greinar um evnini, sum ætlanin er at viðgera.
- Øll eru hjartaliga vælkomin í Miðlahúsið mikukvøldið 9. januar 2008, kl. 19.30 til eitt áhugavert politiskt pallborð, heilsar Lívfrøðingafelagið
Stutt um Lívfrøðingafelagið:
Lívfrøðingafelagið varð stovnað í mai 2007.
Endamálið hjá felagnum er at menna almennu tilvitanina um lívfrøði og fakkunnleikan hjá lívfrøðingum. Eisini vil felagið virka fyri at vitanin hjá lívfrøðingum verður tikin í brúk í allari samfelagsmenningini.
Lívfrøðingafelagið skipar regluliga fyri fyrilestrum fyri limunum og øðrum áhugaðum.
Í nevndini eru:
Jóhannis Danielsen, formaður
Jóhanna Olsen, næstforkvinna
Bjørg Mikkelsen, skrivari
Eydna í Homrum, kassameistari
Janus Hansen, nevndarlimur
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, tiltakslimur
Dorete Bloch, tiltakslimur