Ongin kann longur vera í iva um, at politiska mandatið hjá formanninum í Javnaðarflokkinum til at skipa og standa á odda fyri stjórn í Føroyum er uppbrúkt.
Orsøkin er púra uppløgd og sjónlig fyri øll: CHE-samgongan hevur ferð eftir ferð ført landið út í politiskar kreppur. CHE er soleiðis ein óarbeiðsfør politisk samanseting – sjálvt við tí nýggja stuðulsflokkinum, samgongan hevur fingið afturat sær.
Seinasta dømið um óarbeiðsførið hava vit øll pínliga verið vitni til um vikuskiftið.
Formenninir í samgonguflokkunum – Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal – settu alt sítt politiska trúðvirði upp á spæl við at skíra málið um fiskidagar ein "kabinettspurning" og sjálvur "legitimiteturin" undir samgonguni. Tá málið fall, er tað brádliga ikki ein kabinettspurningur kortini, og legitimiteturin er ikki rørdur. Menninir halda, at CHE-kabinettið kann halda fram.
Álvaratos tit, hvar er virðingin fyri demokratisku spælireglunum? Virðingin fyri veljarunum?
Í øðrum londum høvdu politiskir leiðarar verið so mikið at sær komnir, at teir í slíkum umstøðum og eftir slíkar útmeldingar høvdu lagt frá sær beint eftir atkvøgreiðsluna um fiskidagarnar. Alt annað hevði verið og er óseriøst.
Nú kann ongin taka Jóannes Eidesgaard, Høgna Hoydal og CHE-politikkin í fullum álvara.
Tær demokratiskuu spælireglurnar peika nú tann vegin, at politiska mandatið hjá Jóannesi Eidesgaard at hava landsins leiðslu og hitt sonevnda "initiativið" er brúkt upp.
Nú er tíðin komin hjá formanni Javnaðarfloksins at lata "initiativið" frá sær. Mín staðiliga áheitan á formann Javnaðarfloksins er at lata upp fyri einum formansumfari, so greiða kann fáast á, um møguligt er hjá onkrum øðrum floksformanni at skipa samgongu.
Demokratisku spælireglurnar mugu ikki tambast í tann mun, tær nú eru tambaðar. Markið er rokkið, og formaðurin í Javnaðarflokkinum má ásanna hetta nú.