Innflutningsbann
Umboðið fyri alivinnuna, Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, er ikki ósamdur við russum í, at ikki øll viðurskifti hava verið í lagi, tá russisku kanningarfólkini vitjaðu í mei. Tað sum hinvegin ger hann bilsnan, at vinnan ikki fær møguleika at fáa rætta skeivleikarnar, áðrenn bannið kemur í gildi.
- Vanligt er, at man tekur ein fund aftan á fyri at viðgera tey punktini, sum eru at finnast at. Ein slíkur fundur kom ongantíð í lag, tí russarnir søgdu, at teir bara savnaðu upplýsingar inn, meðan aðrir myndugleikar skuldu taka støðu út frá hesum, sigur Ragnar Joensen.
Hann heldur, at minst helvtin av punktunum, sum russar finnast at, botnar í vánaligum samskifti.
- Nógv av hesum eru smáting, sum vit høvdu kunnað komið til sættis um. Til dømis stóð ein sparydunkur einastaðni, sum teir ikki meintu kundi vera har, men tað er skeivt. Hesin er góðkendur at kunna standa, har hann stóð. Vit mugu ikki gloyma, at øll virkini eru góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Ragnar Joensen.
Russar seta ymisk serkrøv, sum onnur lond ikki gera. Til dømis at onki træ má finnast nakrastaðni, men tá træið er viðgjørt og hevur ein glatta yvirflatu, er tað líka gott sum annað materiali, vísir aliformaðurin á.
Ragnar Joensen heldur eisini, at russar seta nøkur krøv, sum ikki ber til at ganga á møti. Til dømis, at sláturvirkini skulu vera innihegnaði.
- Slík krøv ber ikki til at lúka, tí vit mugu hava fría atgongd til kaikantin. Hettqa er heldur ikki neyðugt, tí sjálv virkini eru avstongd, og tað er líka gott, sum at avhegna tey.
Aliformaðurin metir, at bannið hjá russum kemur at kosta vinnuni einar 10 mió. krónur árliga.
Tað finnast seks sláturvirkir í Føroyum. Tey liggja í Kollafirði, á Strondum, Glyvrum, í Klaksvík, Sørvági og Vági.










