ODDAGREIN: Tryggingarmonopol og fleiri skattainnkrevjarar...

Tað er ein áhugaverdur spurnuringur, sum formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, reisir í blaðnum í dag viðvíkjandi Arbeiðsloysisskipanini. Hann heldur tað vera margháttligt, at løgtingið hevur avgivið rætt til at krevja inn skatt til partarnar á arbeiðsmarknaðinum gjøgnum Arbeiðsloysisskipanina.

Vit skulu sjálvandi hava tað søguliga í huga, at arbeiðsloysisskipanin varð gjørd í ringastu krepputíð í Føroyum, og at skipanin var ein neyðsemja millum so ymiskar flokkar sum Javanaðarflokkin og Fólkaflokkinflokkin. Skipanin er kanska eisini ein av teimum kreppuskipanunum, sum eingin torir nerta – eins og handverkarara- og rentustuðulin.


At skipanin er gjørd so samhaldsføst, at goldið verður í skipanina eftir inntøku, meðan øll fáa í mesta lagi eins nógv úr skipanini, er sjálvandi nakað, vit í dag kunnu seta spurningin við. Tað er sjálvsagt gott og rættvíst, at tey hægstløntu bera tyngstu byrðarnar, men hví skal tað vera ein grunnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum stýra, sum skal áleggja hendan eyka skattin? Tað er so avgjørt vert at seta spurnartekin við – uttan at taka stóra politiska málið um stættarsamfelagið við í kjakið.


Jørn Astrup Hansen er ikki hvør sum helst. Hann er fyrrverandi bankastjóri – og hann kennir rættiliga væl til føroyska samfelagið. Hann hevur eisini verið við til at bygt uppaftur føroyska búskapin eftir kreppuna. Og so dugir hann so sera væl at bera sín boðskap fram í almenna kjakinum – nakað, sum so mong onnur fólk í leiðandi størvum eisini áttu at gjørt.


Formaðurin í búskaparráðnum reisir eisini spurningin, um tað ikki hevði verið rættari, at hvør einstakur teknar sína egnu arbeiðsloysistrygging. Hetta er ein so grundleggjandi spurningur – sum krevur nógv djúptøknari viðgerð, enn vit eru før fyri at gera á hesum stað. Men tað er sjálvandi rætt at venda hesum spurninginum. Men vit skulu ikki koma hartil, at tað skal bera til at velja hesa trygging frá, tí so dettur samhaldsfasta prinsippið burtur. Men eyðvitað kann tað gerast á ein smidligari hátt.


Nú hevur Jørn Astrup Hansen sett hol á orðaskiftið.Vit kasta hervið bóltin víðari  – og seta fegin pláss av til hetta kjakið.