ODDAGREIN: Knýta Føroyar saman

Í blaðnum í gjár greiddi Christian Andreasen í Mikladali frá eini ætlan um at gera ein undirsjóvartunnil í Kalsoynna. Fyri nógv ljóðar hetta uttan iva sum eitt ørvitisprojekt, og tað kann tað kanska tykjast.

Talan er um sera nógvar pengar, tá vit tosa um undirsjóvartunlar, men tað hevði tó verið áhugavert at sæð eina ætlan, sum kann binda so at siga allar Føroyar saman – annaðhvørt við tunlum, brúm ella byrgingnum.


Mikladalsmaðurin greiddi frá, at her er talan um eina ætlan, sum liggur langt frammi í tíðini – og at tey heldur vilja leggja pengar til viks til tunnil, enn at byggja nýtt skip til kalsoyarsiglingina.


Sjálvandi liggur hetta langt frammi í tíðini, og orrustan um Sandoyartunnilin, sum serliga Gerhard Lognberg hevur verið eksponentur fyri, hevur uttan iva forkomið ætlanini um Sandoyartunnilin í nógv tey næstu árini – men vit eiga tó at leggja ætlanir, sum kunnu gjøgnumførast við tíðíni. Hvar Skálafjarðartunnilin er endaður, er sera ógreitt í hesum døgum, men mangt bendir á, at tann ætlanin heldur fram eftir upprunaliga leistinum.


Vit hava í dag 17 tunlar í Føroyum. Tey vóru helst fá, sum ímyndaðu sær fyrst í sekstiárunum, at Føroya land og Føroya firðir skuldu verða so nógv útborað sløk fimmti ár seinni, men tað er kortini veruleikin, og tí eiga vit eisini at leggja ætlanir tey næstu fimmti árini.


Og her er tað, at vit eiga at hugsa um, hvussu vit ikki bert kunnu binda meginøkið saman, men eisini útjaðaran.


At knýta allar Føroyar saman er helst eitt høgt mál at seta sær, men framtíðar føroyingurin fer uttan iva bert at búleikast har, sum ferðandi er uttan at fara í bát. Ein framtíðar samferðsluætlan eigur tú at verða gjørd við cost-benefit útrokningum, har fast samband verður millum øll øki í landinum – og so kann raðfestast út frá tíð. Kanska øll økini verða bundin saman, tá løgtingið fyllir 200 ár í 2052. Livst so spyrtst...