samstundis verður høvi at tendra eitt kertilljós at minnast tey deyðu. Um kvøldið fara eisini Mike og Jóhanna Norðberg Niclasen at syngja, og umboð fyri LGBT og Amnesty fara at siga nøkur orð. Og restina [...] Føroyum gjørt av at hava eitt minningarhald í Havn fyri at vísa samhuga við síni samsintu, sum eru rakt av sorgarleikinum. Í hesum sambandi hava LGBT, Amnesty International og Sirkus gjørt av at skipa fyri felags [...] hesum vil LGBT í Føroyum vísa, at vit standa saman við Orlando, og at bardagin fyri okkara lívi og okkara kærleika heldur fram. Vit eru her, og fara altíð at verða her, siga tey í eini fráboðan í kvøld
Føroyum. Víst varð á, at støðan ikki er nøktandi, og at talan er um eitt dansk málsøki. Endamálið var tó ikki at fáa pening til ábøtur, men heldur at gera stjórnina varuga við, at tað er teirra ábyrgd. [...] trygd fyri, at nýggja stjórnin virdi avtaluna um, at FarGen verkætlanin skuldi fáa írestandi tvær milliónir krónurnar, ið undanfarna stjórn hevði lovað fyri 2016, umframt at staðfest varð, at stjórnin væntar [...] fíggjarmálaráðharrin eisini, at tað er Danmark, ið hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at støðið er nøktandi á teimum økjum í Føroyum, sum eru undir donskum ræði. Avrátt varð tí, at dialogurin um hetta heldur
væl dánað…" Lagt verður aftrat, at "… gróðurseting av eini viðarlund á hesum staðnum fer í framtíðini at føra við sær, at uttandura brúksvirðið av ítróttarøkinum fer at økjast munandi, so hvørt sum betur [...] Samlaða lendið er stórt, soleiðis at møguleikar eru fyri at víðka munandi um viðarlundina við seinni høvi…" Tvøroyrar kommuna sigur, tað verður í heyst, at byrjað verður at gróðurseta tær fyrstu 1000 planturnar [...] verkætlan við stuðli úr Fiskimálaráðnum. - Endamálið er at gróðurseta eina viðarlund í tilknýti til Ítróttardepilin við Stórá, bæði fyri at skapa lívd og fyri at fríðka um økið. Tað sigur Tvøroyrar kommuna sum
nú hevur SEV sett sær fyri, at í 2030, skal øll elorkan vera grøn. Annika Olsen heldur, at Føroyar eiga at seta sær greið mál á hesum øki, men tað er av alstórum týdningi, at vit vit vísa okkum fram á altjóða [...] um ætlanin er, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni. Hon vil eisini hava at vita, hví Føroyar ikki vóru við á veðurlagsráðstevnuni í París herfyri. - Tað undrar, at nú nýggj veðurlagssemja [...] men tíverri hevur tað gingið heldur striltið at hildið hesi mál, staðfestir løgtingskvinna. Men hon heldur, at verður ferðin sett upp, ber framvegis til at røkka málinum. Eftir veðurlagspolitikki Føroya
fiskin á Skálafjørðinum. - Eitt er, at teir, ið áttu og róku landingarmiðstøðina, ikki orkaðu meira. Annað er, at Nes kommuna hevur góðkent, at Bakkafrost sleppur at leiga undirlendið, har landingarmiðstøðin [...] vónbrotnir og halda, at tað, sum nú er hent, er skammiligt - ikki bara fyri Toftir, men fyri allan Skálafjørðin. - Nærmasta stað til eina landingarmiðstøð er nú at sigla til Havnar at avreiða, men vit ivast [...] ivast stórliga í, um menn fara at tíma tað, tí tað verður munandi óhøgligari. Lagt verður aftrat, at ein annar møguleiki hjá útróðrarmonnum er at koyra fiskin til Leirvíkar, men tað er lættari sagt enn
”Faxe” bjóðaði mær at leingja sáttmálan. - Nú havi eg sæð og roynt støðið í deildini, so ætli mær at halda fram við at byggja á, og harvið vísa mínar dygdir, soleiðis at eg komi at spæla so nógv sum gjørligt [...] báðir fegnast um at føroyski áleyparin hevur longt sáttmálan. Finnur Justinussen sigur í viðmerking. - Eg eri ótrúliga glaður fyri at vera í Fremad Amager, so eg ivaðist ikki leingi í at siga ja, tá ”Faxe” [...] Younes Nielsen hava vit tríggjar ymiskar typur av áleyparum at spæla uppá. - Hetta komandi hálvárið ræður um at hava so nógvar streingir at spæla uppá sum gjørligt. Umframt Finnur Justinussen eru føroysku
hava frá B36, fyri at uppala Jógvan Skeel Nolsøe, er liðugt. B36 fær viðhald, meðan HB velur at sleppa málinum. Les eisini: HB vil hava pengar fyri Jógvan - Eg fari at ráða HB til at sleppa málinum, sigur [...] málinum. Í Sosialinum í gjár segði hann millum annað, at hetta merkir í stuttum, at HB ikki hevur fingið pengar fyri at brúkar nógvar tímar upp á at uppala ein fótbóltsspælara. [...] ð hevur í úrskurðinum boðað frá, at HB ikki hevur rætt at krevja B36 eftir uppalingspengum, tí Jógvan Skeel Nolsøe í 2014 skifti til AB. Átekningin hjá HB og AB, um at spælaraloyvið endar aftur hjá HB
nógv ár síðani, at búskaparserfrøðingar og onnur køn fólk innan oljuvinnuna spáddu, at oljuprísurin kundi fara upp um 250 dollarar fyri fatið. Í eini tíð tyktist tað, at spádómurin fór at raka rætt, men [...] er prísurin fallin upp aftur meira, soleiðis at tað í dag kostar 30,7 dollarar at keypa eitt fat av olju frá Norðsjónum. Norski miðilin Aftenposten vísir á, at tað er ein øgiligur munur samanborið við summarið [...] Hóast tað har við er dyggiliga staðfest, at tað er trupult at spáa um oljuprísin, eisini hjá serfrøðingum, so heldur tað ikki greinarafyritøkum og bankum aftur frá at spáa um gongdina næstu tíðina. Amerikanska
Løgtingið ætlar at leingja barnsburðarfarloyvið og tað tekur felagið undir við. Men tað brúkar samstundis høvið til at vísa á, at barsilsskipan eru í stríð við javnstøðulógina, har endamálið er at beina burtur [...] r gera sítt til, at tryggja, at bæði kynini fáa sama rætt á arbeiðsmarknaðinum. Tað merkir, at vit skulu fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin framhaldandi [...] fleiri ferðir nýtt høvi at vísa á javnstøðutrupulleikarnar við galdandi barsilsskipan, tá lógin fyrr hevur verið til viðgerðar, sigur felagið. BLF heldur, at tað er týdningarmikið, at landsins myndugleikar
tað, tær skjóta upp, er at donsku myndugleikarnir seta eina lóg í gildi fyri Føroyar, at samkynd eisini kunnu giftast, borgarligt. Tær fýra siga, at nú er stundin komin til, at samkynd og hinskynd fáa [...] m er at tryggja, at øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsliga sannføring og samleika, skulu hava javnsett borgararættindi at liva og virka í Føroyum. Tær halda, at hugburðurin [...] seinastu árini og avmarkingin, at tað bara eru tvey av sama kyni, sum kunnu giftast, er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag sum tað føroyska. Samstundis sum at tær leggja hetta uppskotið