Tað er ikki nógv ár síðani, at búskaparserfrøðingar og onnur køn fólk innan oljuvinnuna spáddu, at oljuprísurin kundi fara upp um 250 dollarar fyri fatið.
Í eini tíð tyktist tað, at spádómurin fór at raka rætt, men seinastu árini er prísurin á olju, heldur enn at hækka til nýggjar hæddir, verið í fríum falli.
Les eisini: Lægsti oljuprísur í 12 ár.
Í síðstu viku bar til at keypa eitt fat av olju fyri 33 dollarar, ið var lægsti oljuprísur í tólv ár, og í morgun er prísurin fallin upp aftur meira, soleiðis at tað í dag kostar 30,7 dollarar at keypa eitt fat av olju frá Norðsjónum.
Norski miðilin Aftenposten vísir á, at tað er ein øgiligur munur samanborið við summarið 2014, tá eitt fat av olju kostaði 115 dollarar. Tað vil siga umleið fýra ferðirnar so nógv sum í dag.
Hóast tað har við er dyggiliga staðfest, at tað er trupult at spáa um oljuprísin, eisini hjá serfrøðingum, so heldur tað ikki greinarafyritøkum og bankum aftur frá at spáa um gongdina næstu tíðina.
Amerikanska fyritøkan Morgan Stanley metir, at oljuprísurin kann falla niður á 20 dollarar fyri fatið, meðan bankin Standard Chartered ávarar um, at prísurin kann falla heilt niður á 10 dollarar fyri fatið.

Oljuprísurin í fríum falli





