Tvær milliónir til FarGen og endurgjald til útisetar

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í morgun verið á fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Á skránni var danska fíggjarlógin, sum skal endaliga samtykkjast fyri jól.


Millum tey evnini, ið vórðu umrødd á fundinum var stuðulin til FarGen verkætlanina, endurgjald fyri sosialar veitingar og fongsulsviðurskiftini í Føroyum.


Fólkatingsmaðurin fekk millum annað trygd fyri, at nýggja stjórnin virdi avtaluna um, at FarGen verkætlanin skuldi fáa írestandi tvær milliónir krónurnar, ið undanfarna stjórn hevði lovað fyri 2016, umframt at staðfest varð, at stjórnin væntar at rinda føroyingum í Danmark 3,6 milliónir krónur í endurgjald í endurgjald fyri mistar veitingar frá 2012 til 2015.


Harumframt reisti fólkatingsmaðurin enn einaferð málið um støðuna við fongsulsviðurskiftum í Føroyum.


Víst varð á, at støðan ikki er nøktandi, og at talan er um eitt dansk málsøki. Endamálið var tó ikki at fáa pening til ábøtur, men heldur at gera stjórnina varuga við, at tað er teirra ábyrgd.


Sambært Sjúrða Skaale, so ásannaði fíggjarmálaráðharrin eisini, at tað er Danmark, ið hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at støðið er nøktandi á teimum økjum í Føroyum, sum eru undir donskum ræði. Avrátt varð tí, at dialogurin um hetta heldur fram, til ein nøktandi loysn er funnin.