Aftur í gjár var løgreglan boðsend til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, tí ein persónur vildi ikki fara avstað og var til ampa fyri onnur.
Løgreglan kom eftir manninum og koyrdi hann á Herbergið í Havn.
Í Klaksvík var eitt lítið ferðsluóhapp. Talan vara bara um materiellan skaða og ongan fólkaskaða. Førarin varð tó skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna.