Danmark stuðlar uppskoti Trumps um vápnahvíld

- Vit stuðla uppskotinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um eina vápnahvíld millum Russland og Ukraina, sum "frystir" dagsins hermót

Hetta sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen - á veg inn á fund við uttanríkisráðharrarnar í ES, sum er í Luxemburg í dag.

 

Danmark hevur í løtuni formansskapin í ES.

 

Seint sunnukvøldið segði amerikanski forsertin, Donald Tump, við tíðindafólk umborð í forsetaflogfarinum, at ukrainska Donbas-regiónin har eysturi í Ukraina eigur at verða býtt millum Russland og Ukraina, har hermótið er í løtuni.

 

- Síðan mugu londini samráða seg fram til eina endaliga loysn, legði hann aftrat.

 

Uppskotið hjá amerikanska forsetanum kom eftir, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevði verið á vitjan í Hvítu Húsunum.

 

Ein slík loysn hevði merkt, at meginparturin av Donbas-økinum í Ukraina hevði endað á russiskum hondum.

 

Hóast Russland hevur ligið úti eftir ukrainska Donbas-økinum í nógv ár, hevur tað enn ikki eydnast russiska herinum at tryggjað sær valdið yvir øllum Donbas.

 

Donbas-økið har eysturi í Ukraina fevnir um ukrainsku landslutirnar, Donetsk og Luhansk.

 

Eftir ætlan skal amerikanski forsetin, Donald Trump, í næstum hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest.