- Vit eru bumbaðir aftur í fimmtiárini

Útróðrarenn á Skálafjørðinum eru ógvuliga harmir og vónbrotnir, nú landingarmiðstøðin á Toftum er latin aftur.

- Vit eru bumbaðir aftur í fimmtiárini - til tíðina, áðrenn Lynfrost í Saltangará læt upp. Hetta er ein skandala, og vit halda, at hetta er stór skomm.

 

Tað siga útróðrarmenn á Skálafjørðinum, sum In.fo hevur tosað við í dag, nú tað er greitt, at útróðrarbátar ongastaðni sleppa av við fiskin á Skálafjørðinum.

 

- Eitt er, at teir, ið áttu og róku landingarmiðstøðina, ikki orkaðu meira. Annað er, at Nes kommuna hevur góðkent, at Bakkafrost sleppur at leiga undirlendið, har landingarmiðstøðin stendur, til eina landstøð.

 

Útróðrarmenn eru firtnir og vónbrotnir og halda, at tað, sum nú er hent, er skammiligt - ikki bara fyri Toftir, men fyri allan Skálafjørðin.

 

- Nærmasta stað til eina landingarmiðstøð er nú at sigla til Havnar at avreiða, men vit ivast stórliga í, um menn fara at tíma tað, tí tað verður munandi óhøgligari.

 

Lagt verður aftrat, at ein annar møguleiki hjá útróðrarmonnum er at koyra fiskin til Leirvíkar, men tað er lættari sagt enn gjørt.

 

- Her er ikki ein krani á bryggjuni, sum vit kunnu taka fiskin upp úr bátinum við. Krani er í nógvum smáum bygdum kring landið, men her á Toftum er eingin.

 

Útróðrarmenn siga, at tað stutta av tí langa er, at útróðrarvinnan við Skálafjørðin nú er bumbað aftur í fimmtiárini.