Málið um tær 32 túsund krónurnar, sum HB vil hava frá B36, fyri at uppala Jógvan Skeel Nolsøe, er liðugt. B36 fær viðhald, meðan HB velur at sleppa málinum.
Les eisini:HB vil hava pengar fyri Jógvan
- Eg fari at ráða HB til at sleppa málinum, sigur Jógvan Páll Lassen, sum umsitur málið vegna HB.
Fótbóltssambandið hevur í úrskurðinum boðað frá, at HB ikki hevur rætt at krevja B36 eftir uppalingspengum, tí Jógvan Skeel Nolsøe í 2014 skifti til AB. Átekningin hjá HB og AB, um at spælaraloyvið endar aftur hjá HB, er ikki galdandi, er niðurstøðan.
Les eisini:HB fær einki frá B36
Sakførarin, Jógvan Páll Lassen, metir at úrskurðurin kann fáa avleiðingar fyri hvussu HB í framtíðini fer at handfara spælaraskifti.
- HB hevur í fleiri førum víst góðvilja móti spælarum sum fara av landinum, ella ikki eru partur av fyrsta liðnum. Nú kann eg ímynda mær, at tað til hvørt spælaraskifti har vit hava rætt til uppalingspengar skal gjaldast við kassa eitt, sigur Jógvan Páll Lassen.
Eisini formaðurin í HB, Finnbogi Arge, harmast um dómin í málinum. Í Sosialinum í gjár segði hann millum annað, at hetta merkir í stuttum, at HB ikki hevur fingið pengar fyri at brúkar nógvar tímar upp á at uppala ein fótbóltsspælara.