Nú er uppskot um at loyva samkynd hjúnalag lagt fyri løgtingið. Tað hevur verið á veg í eina tíð, men í dag var tað so loksins lagt fyri løgtingið.
Og gongst sum ætla, kann fyrsta samkynda parið geva hvørjum orðum sítt jaorð tann fyrsta juli, tí tá er ætlanin, at uppskotið skal koma í gildi.
Tað eru tær fýra løgtingskvinnurnar, Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen
Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen, sum hava lagt uppskotið fram.
Talan er um danskt málsøki, so tað, tær skjóta upp, er at donsku myndugleikarnir seta eina lóg í gildi fyri Føroyar, at samkynd eisini kunnu giftast, borgarligt.
Tær fýra siga, at nú er stundin komin til, at samkynd og hinskynd fáa somu rættindi.
Og endamálið við hesum uppskotinum er at tryggja, at øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsliga sannføring og samleika, skulu hava javnsett borgararættindi at liva og virka í Føroyum.
Tær halda, at hugburðurin til samkynd er nógv broyttur í Føroyum seinastu árini og avmarkingin, at tað bara eru tvey av sama kyni, sum kunnu giftast, er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag sum tað føroyska.
Samstundis sum at tær leggja hetta uppskotið fram, leggja tær eisini uppskot fram um, at loyva samkyndum pørum at skiljast aftur.









