Føroyingar minnast hópdrápið í Orlando

LGBT, Amnesty International og Sirkus skipa fyri minningarløtu fríggjakvøldið

- Eftir ræðuleikan í Orlando, har 50 LBGTarar, og onnur, vórðu dripin, og 53 onnur vóru særd, hava tey í LGBT Føroyum gjørt av at hava eitt minningarhald í Havn fyri at vísa samhuga við síni samsintu, sum eru rakt av sorgarleikinum.

 

Í hesum sambandi hava LGBT, Amnesty International og Sirkus gjørt av at skipa fyri felags minningarhaldi í Sirkus í Havn fríggjakvøldið.

 

Amnesty International arbeiðir fyri at basa mismuni og haturbrotsverkum kring heimin, og tí er Amnesty International Føroya Deild við í minningarløtuni fríggjakvøldið.

 

Á minningarhaldinum ber til at skriva eina samkenslukvøðu í eina bók, sum síðani verður handað amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, og samstundis verður høvi at tendra eitt kertilljós at minnast tey deyðu. 

 

Um kvøldið fara eisini Mike og Jóhanna Norðberg Niclasen at syngja, og umboð fyri LGBT og Amnesty fara at siga nøkur orð.

 

Og restina av kvøldinum verður høvið at heiðra minnið eftir offrunnum í Orlando, og minnið eftir allar aðrar LGBTarar, ið hava latið lív vegna sína kynsliga samleika, við at dansa og gleðast um lívið.

 

- Við hesum vil LGBT í Føroyum vísa, at vit standa saman við Orlando, og at bardagin fyri okkara lívi og okkara kærleika heldur fram. Vit eru her, og fara altíð at verða her, siga tey í eini fráboðan í kvøld.