Barsilsskipanin er í stríð við javnstøðulógina!
Tað staðfestir Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, BLF.
Løgtingið ætlar at leingja barnsburðarfarloyvið og tað tekur felagið undir við. Men tað brúkar samstundis høvið til at vísa á, at barsilsskipan eru í stríð við javnstøðulógina, har endamálið er at beina burtur allan mismun ímillum kynini.
- Flokkarnir, sum nú eru í samgongu, hava leingi havt javnstøðu sum hjartamál, og hava eisini fleiri ferðir nýtt høvi at vísa á javnstøðutrupulleikarnar við galdandi barsilsskipan, tá lógin fyrr hevur verið til viðgerðar, sigur felagið.
BLF heldur, at tað er týdningarmikið, at landsins myndugleikar gera sítt til, at tryggja, at bæði kynini fáa sama rætt á arbeiðsmarknaðinum.
Tað merkir, at vit skulu fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin framhaldandi er á arbeiðsmarknaðinum og vinnur sær fleiri royndir, pening og bøtir um sínar starvsmøguleikar.
- Galdandi lóg um barsilsskipan, er greitt dømi um eina skipan, sum byggir á eina gamla fatan av kynsleiklutum, og sum greitt ger mun á kynunum, sigur BLF.
Felagið er av teirri sannføring, at kvinnur og menn eiga at havt javnbjóðis rætt til pening úr barsilsskipanini, og tí mælir felagið til, at lógarbroytingin sum nú verður framd, leggur upp fyri hesum.